Søgu trailer fyri Call of Duty: Infinite Warfare
18/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Vit hava longu staðfest, at tað næsta Call of Duty spælið gongur fyri seg langt úti í framtíðini. Spælið eitur Call of Duty: Infinite Warfare, og kemur út seinni í ár.

Í Infinite Warfare hava menniskju sligið seg niður á aðrar bóltar í sólskipanini. Ein uppreistur sum byrjar við einum álopi á Geneva og Mánan skal berjast niður, og tað er sjálvandi tú sum fært ábyrgdina av tí. Tú kemur upp ímóti Space Jon Snow, sum er leiðarin hjá oppositiónsmaktini.

Vit hava fyrr sæð gameplay úr multiplayer partinum av Infinite Warfare, men ein nýggjur trailer vísir søguna fram. Tú sært hann niðanfyri.

Call of Duty: Infinite Warfare kemur út til Windows, PlayStation 4 og Xbox One tann 4. november í ár.


Viðmerkingar: 1
Síða [1]
HForce

23/01/2020

Stað: -
Innlegg: 4379
# 1 - 18/09/2016 klokkan 10:26

Hetta kundi faktiskt blivið spennandi. Gott at síggja eina CoD søgu annað enn "oh no, russians".

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.