Nýtt mod vil gera GTA5 sum nýtt
19/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tað er nakað síðani, at Grand Theft Auto 5 kom út, men tað tók langa tíð áðrenn tað endiliga varð útgivið til PC. Tá ið tað kom, byrjaðu modders sjálvandi beinanvegin at blaka seg yvir spælið.

Ein av teimum heilt stóru broytingunum var tó “officiel”. Tað var nemliga ein first-person-mode, sum fylgdi við PC útgávuni av GTA5.

Ein nýggj mod hevur sum mál at totalt endurskapa øll tey grafisku elementini, umframt nøkur einstøk gameplay elementir, fyri at fáa spælið at følast sum nýtt. Moddið eitur GTA5 Redux, og tú sær ein launch trailer fyri moddið niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.