Forza Horizon 3 kemur um eina viku
21/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Bilspæl røðin Forza byrjaði í 2005, og er enn í dag á lívi. Tað nýggjasta spælið eitur Forza Horizon 3, og tað kemur út um bara eina viku.

Tað er níggjunda spælið í røðini, og gongur fyri seg í Australien, har tú koyrir kapp við bilum og øðrum akførum.

Spælið hevur sjálvandi multiplayer, og tað hevur faktiskt cross-play multiplayer millum Xbox One og Windows spælarar.

Tú sært launch trailer niðanfyri. Forza Horizon 3 kemur út tann 27. september til Xbox One og Windows.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.