Side-scroller Sundered avdúkaður
03/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Næsta ár kemur side-scrolling spælið Sundered út til PlayStation 4 og Steam. Tað verður ment av sama toyminum sum stóð fyri Jotun, sum varð útgivið í fjør.

Vit síggja eisini, at listarligi stílurin minnir um. Alt er hánd-teknað, og tín karakterur kemur at berja teg gjøgnum ein dapran procedurally skaptan heim.

Tú spælir Eshe, ein fjakkara í myrkum grottum við nógvum ódjórum og stórum bossum. Fyri at gerast sterkari kanst tú yvirgeva teg til “corruption”, sum gevur tær nýggj evnir, men tað hevur eina ávirkan á søgugongdina at tú yvirgevir teg til kreftirnar.

Tú sært avdúkingar trailer fyri Sundered niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.