Soleiðis sær Battlefield 1 single player út
30/09/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tað næsta Battlefield spælið gongur fyri seg undir fyrsta heimsbardaga. Tað varð avdúkað fyrr í ár.

Spælið hevur tað vælkenda gameplay við combined arms, altso har flogfør, tanks og onnur akfør berjast síðu um síðu við fótsoldatar. Hesuferð verður góð gamaldags propelflogfør og primitivir tanks.

Sjálvt um multiplayer altíð er ein stórur partur av Battlefield spølum, so eru tey eisini blivin kend fyri eina góða single-player uppliving. Hetta vilja tey eisini liva upp til hesuferð, við einari søgu sum sær út til at taka teg til millum annað Afrika at berjast.

Tú sært single-player trailaran niðanfyri. Battlefield 1 kemur út tann 21. oktober til PC, PlayStation 4 og Xbox One.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.