Dignitas og Apex keypt av basketball liði
01/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tað er munur á esport í dag og tá eg og tú vóru lítlir/lítil. Tá kundu vit kanska vinna eitt gávukort til lokala bakaran, men í dag kanst tú vinna fleiri milliónir uppá eina einkulta kapping.

Eitt tekin um at esport gerst alsamt meira etablerað, er hvussu lið verða seld til aðrar longu etableraðar vinnur. Tað seinasta er, at amerikanska NBA liðið Philadelphia 76ers hevur keypt esport liðini Dignitas og Apex.

Tá árið byrjaði fingu vit eisini tíðindi um, at danska liðið Astralis fekk stóran íløgukapital fyri at vaksa um liðið, sum millum annað eisini telur sjálvar spælararnar sum eigarar.

Nýggju tíðindini um Dignitas og Apex koma allarhelst at merkja, at fleiri lið fáa investeringar í komandi tíðina, við vónum um at selja liðið til størri feløg seinni.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.