Cinematiskur trailer fyri Titanfall 2
02/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyrsta Titanfall spælið hevði onga ordiliga single-player campaign, men tað kemur at broytast við uppfylgjaranum. Vit hava nemliga longu sæð ein trailer fyri single-player upplivingina hjá Titanfall 2.

Spælið nærkast, og vit fáa meira og meira av tí at síggja. Hesuferð sært tú ein cinematiskan trailer úr sjónarhorninum hjá einum vanligum soldati, men hann droymir um at gerast ein “pilot”, altso ein sum stýrir ein stóran Titan robott.

Tú sært hendan trailer niðanfyri. Titanfall 2 kemur út tann 28. oktober í ár til PC, PlayStation 4 og Xbox One.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.