Nú kanst tú leggja video út á Twitch
04/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Streaming tænastan Twitch er nokk tann mest populera tá tað kemur til at síggja fólk spæla spøl beinleiðis, og serliga tá ið tað kemur til at síggja e-sport dystir. Ekstremi populariteturin hjá Twitch fekk fyri tveimum árum síðani risan Amazon at keypa heimasíðuna fyri yvir seks milliardir krónir.

Men síðan hevur manglað nakað, sum serliga kappingarneytin YouTube dugir væl at bjóða: hosting av óbeinleiðis video. Men nú lanserar Twitch møguleikan at uploada videos til tína kanal, júst sum tú longu kanst gera á YouTube.

Enn er Twitch kent sum besta streaming síðan, meðan YouTube er kent sum besta video hosting síðan. Vit fáa at síggja, um nakað broytist.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.