Kickstarter kampagna fyri AI War 2
12/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Í 2009 útkom AI War Fleet Command, eitt 2D real-time strategi-spæl har tú stýrdi einum flóta av rúmdarskipum móti einari avanseraði AI sum gjørdi tað sama.

Spælið fekk serliga stóran rós fyri sjálva tað AI sum stýrdi tínum mótstandarum.

Júst sum fyrsta spælið, so ert tú fyri stórum mismuni móti tínum AI mótstandara. Tey eru sterkari enn tú og hava óendaligt av tilfeingi at brúka uppá at knúsa teg. Tú mást vápna teg við toli og snildum fyri at vinna uppá sikt.

AI War 2 er úti eftir einari fígging á $299.400 á Kickstarter, altso tvær milliónir krónir. Tú sært teirra Kickstarter video niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.