Rútmuspælið Thumper vil gera teg bangna/n
14/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Eitt nýtt rútmuspæl er stutt síðani útgivið. Tað er Thumper, har tú ert ein “rúmdarbilla”, sum berjist móti einum svøkum stórum høvdi úr framtíðini.

Premissan gevur ikki so nógva meining, men tað letur til at faktiskt vera meiningin. Atmosfæran minnir nemliga um ein fepurdreym, og tú verður nærmast álopin við sansa-intrykkum. Endamálið er nakað tað sama sum við ógvusligum rutsjubanum: at fáa hjartað at banka uttan at nakar veruligur vandi nakrantíð er á ferð.

Tú sært launch trailer fyri Thumper niðanfyri. Spælið er komið út á Steam og til PlayStation 4, og kann eisini spælast í VR.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.