Nýggja konsolið hjá Nintendo er avdúkað!
21/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Fyri hálvum øðrum ári síðani varð tað avdúkað, at Nintendo er í fullari ferð við menningini av næsta konsolinum hjá teimum. Projektið hevur havt navnið Nintendo NX, men nú er veruliga produktið avdúkað, og tað eitur Nintendo Switch.

Navnið sipar til, at konsolin hevur tveir mátar at brúka hana uppá. Tú kanst hava hana sitandi í sínum “basa”, tá ið hon er sett til sjónvarpið. Ella tú kanst taka hana úr basanum og taka hana við tær, og so fungerar hon sum ein mobil spælimaskina á stødd við eina tablet.

Sambært upplýsingum frá fyrr í ár, so kemur Nintendo Switch út í mars 2017. Tú sært avdúkingar video fyri maskinuna niðanfyri.


Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Tanerion

14/08/2017

Stað: -
Innlegg: 1962
# 1 - 21/10/2016 klokkan 09:39

Eg fari mest at spæla við hús á sjónvarpinum. Leggi ikki so nógv í hvussu leingi battaríið heldur (skal bara halda nóg leingi til ein túr á kummuna).

Mær dámar einki at tey ikki vilja avdúka fleiri spøl í ár. Eg leggi meir í spøl enn konsollina sjálva so tað hevði havt meir áhuga. Vildi eisini gjarna fingið at vita um tað hevur backwards compatibility.
HForce

14/08/2017

Stað: -
Innlegg: 4353
# 2 - 21/10/2016 klokkan 18:21

Mær dámar annars ordiliga væl, at Nintendo blíva við at koma við onkrum annarleiðis. PS4 er nakað tað sama sum fyrsta PS, bara kraftigari. Men consoles hjá Nintendo hava verið nakað nýtt hvørja ferð síðani GameCube.
Tanerion

14/08/2017

Stað: -
Innlegg: 1962
# 3 - 21/10/2016 klokkan 22:38

21/10/2016 klokkan 18:21 - HForce:
PS4 er nakað tað sama sum fyrsta PS, bara kraftigari.

Og kan spæla filmar av bæði blu-ray fløgum og harddiskum, taka filmsbrot og myndir meðan man spælir, spæla VR spøl osv. Og so hevur man eisini eina PSN brúkarakonto ið dekkar yvir 5 konsollir (í mínum føri) meðan spøl man downloadar á einari Nintendo konsoll eru bundin at tí konsollini.

Tá tað kemur til funktionalitet er Nintendo langt aftanfyri.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.