Pokémon GO heldur Halloween
27/10/2016 klokkan 06:00 - HForce


Tað er skjótt Halloween, og tað merkir sjálvandi spøkilsir og bomm. Eisini Pokémon GO er við í leikinum.

Ein uppdatering til spælið í gjár hevði nøkur stuttlig ting við sær. Til dømis koma “spooky” pokémons oftari fram, so um tú manglar tín Gengar, so er at samla eina rúgvu av Gastly candies nú.

Segði eg candies? Ja, tað gjørdi eg. Tí meðan Pokémon GO er í Halloween hýri, so fært tú faktiskt dupult candies! Tað er galdandi fyri tá tú fangar, transferar og klekir Pokémons. Umframt tað, so samlar tín buddy pokémon candy fýra ferðir so skjótt sum vanligt!

Hesar broytingarnar eru galdandi til tann 1. november. Tú sært eitt lítið um Halloween hýrið niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.