Eitt oyðilagt Hyrule í Zelda: Breath of the Wild
07/12/2016 klokkan 06:00 - HForce


Næsta ár kemur aftur eitt spæl sett í The Legend of Zelda universinum. Tað eitur Breath of the Wild, og er sett til at koma út til næsta konsolið hjá Nintendo, sum eitur Nintendo Switch.

Konsolið varð avdúkað fyri tveimum mánaðum síðani, og er eitt slag av konsol-handheld hybrid. Næsta Zelda spælið verður óivað ein av stóru drívmegunum sum skal fáa fólk at keypa eitt Switch.

Í einum nýggjum trailer fyri Breath of the Wild síggja vit hints til universið tað gongur fyri seg í, men einki konkret um søgu. Tó er landslagið nakað oyðilagt og dapurt. Spurningurin er, um hetta er nakað sum hendir í spælinum, ella um tað er dapurt tá tú byrjar.

Tú sært trailaran niðanfyri. The Legend of Zelda: Breath of the Wild kemur út næsta ár.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.