Tveir mánaðir til Mass Effect: Andromeda |
29/01/2017 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
![]() Fyrstu ferð vit hoyrdu um komandi Mass Effect spælið var fyri skjótt tveimum árum síðani. Spælið gongur fyri seg nógv hundrað ár aftaná upprunaligu trilogiina, og í einari spildurnýggjari galaksu. Spælið hjá BioWare hevur verið ávegis í eina tíð nú, og tað tykiskt at Andromeda hevur stórri fokus á exploration enn farnu spølini, men nýggjur cinematiskur trailer gevur eisini eina ábending um eina stóra søgu um yvirlivilsi hjá menniskja-rasuni. Tú sært hendan trailer niðanfyri. Mass Effect: Andromeda kemur út tann 21. mars til PC, PlayStation 4 og Xbox One. |
Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar. |