Føroyskir streamers verða Twitch Partners
07/12/2017 klokkan 06:00 - HForce


Tú kennir ivaleyst heimsins størsta streaming platform fyri gaming, sum sjálvandi er Twitch. Eisini føroyingar eru byrjaðir at stream’a síni spøl á har, og tað er mega hyggeligt: akkurát sum fyrr tá mann samlaðist heima hjá vinfólki og skiftist um at spæla eitt spæl meðan hini hugdu at og tosaðu um spælið.

Serliga vælumtøktir streamarar kunnu gerast Partners hjá Twitch, soleiðis at tú kanst tekna eitt hald til teirra stream fyri eina lítla upphædd um mánaðin. Streamarin Arnarchy er blivin, okkum kunnugt, fyrsti føroyski streamarin sum er blivin Twitch Partner.

Sjálvt um Arnarchy er fyrsti føroyski streamer sum er blivin Partner, so er ein onnur føroysk kanal blivin Partner fyri einari tíð síðani: nemliga kanalin hjá esport.fo, sum m.a. hevur víst dystir frá eLan kappingini sum nýliga varð hildin.

Arnarchy fortelur, at hann byrjaði longu at streama í 2014, men at hann nýliga er farin í gong aftur.

“Eg eri heilt bitin aftur av streaming aftaná góðu respons eg havi fingið frá hyggjarum. Tí setti eg mær fyri, at eg skuldi streama í 14 dagar á rað.” - Arnarchy


Síðstu dagurin í 14-daga røðini verður tann 10. desember, so har eru nakrir dagar eftir at fylgja við hjá Arnarchy. Og ivaleyst hoppar hann online av og á a streama sjálvt tá teir 14 dagarnir eru farnir. Um tú vilt fáa boð tá hansara stream byrjar, so kanst tú trýsta “follow” á hansara kanal. Tú kanst eisini kanna á Gaming.fo, har tú sært status á stream hjá Arnarchy og øðrum til høgru.

Viðmerkingar: 6
Síða [1]
vat_ta_fak

21/10/2018

Stað: -
Innlegg: 238
# 1 - 13/12/2017 klokkan 21:28

Sooo, basically bara PUBG og counter-strike
HForce

16/10/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 2 - 17/12/2017 klokkan 09:29

13/12/2017 klokkan 21:28 - vat_ta_fak:
Sooo, basically bara PUBG og counter-strike


Eg haldi tað er tað sum Arnarchy streamar mest.
Um tú streamar okkurt annað, ella kennir onkran sum ger, so leggi eg tað gjarna afturat listan til høgru.
Jeggi

18/10/2018

Stað: -
Innlegg: 152
# 3 - 19/12/2017 klokkan 15:33

Eg havi fyrr streama eitt sindur av Starcraft 2 fyri vinum. Er tað frægari enn PUBG ella Counter-Strike? Haldi eg enn eri master 3 (havi ikki spælt í 2 mdr).
HForce

16/10/2018

Stað: -
Innlegg: 4371
# 4 - 21/12/2017 klokkan 07:15

19/12/2017 klokkan 15:33 - Jeggi:
Eg havi fyrr streama eitt sindur av Starcraft 2 fyri vinum. Er tað frægari enn PUBG ella Counter-Strike? Haldi eg enn eri master 3 (havi ikki spælt í 2 mdr).


Eg haldi ikki, at nakað er "frægari" enn annað. Men okkurt annarleiðis er bara gott, haldi eg!
Stream'ar tú enn? Tú ert vælkomin á listan.
Jeggi

18/10/2018

Stað: -
Innlegg: 152
# 5 - 23/12/2017 klokkan 12:29

Samdur, alt er gott! Tað var meiri meint sum svar til vat_ta_fak og fyri at forvitnast um føroyingar hava áhuga í RTS spølum.
Eg vænti ikki at streama í nærmastu framtíð, men um eg ætli mær aftur á sama støðið í SC2 kann eg siga frá.
vat_ta_fak

21/10/2018

Stað: -
Innlegg: 238
# 6 - 26/12/2017 klokkan 14:16

eg meinti tað ikki uppá ein negativ máta, eg sigi bara at teir flestu streamers spæla hæsi bæði spølini

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.