Gameplay trailer fyri The Last of Us Part 2
12/06/2018 klokkan 06:00 - HForce


Tað eru fimm ár síðani at The Last of Us varð útgivið, eitt av størstu meistaraverkum innan telduspøl sambært undirritaða. Vit hava bíða eftir einum uppfylgjara síðani, og í 2016 varð hann avdúkaður.

Nú hava vit fingið ein gameplay trailara, har vit síggja Ellie rýma undan og berjast móti einum bólki av fólki sum virka til at hoyra til eina nýggja post-apokalyptiska kult. Gameplay er flott, men sær næstan scriptað út. So er spurningurin hvussu nógv av video'num er scriptað, ella um spælið veruliga kann reagera so væl uppá umhvørvi og umstøður sum tað sæst í trailaranum.

Enn vita vit einki um nær The Last of Us Part 2 verður útgivið, men tú sært nýggja gameplay trailer niðanfyri.


Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Tanerion

19/07/2018

Stað: -
Innlegg: 1986
# 1 - 12/06/2018 klokkan 23:47

Gameplayið er bara optimiserað líkasum eitt TAS run. Samanber tildømis Spiderman gameplay trailaran við gameplayið tey vístu aftaná Sony presentatiónina so skilir tú hvat eg meini.

Tað sær meira scripted út enn tað veruliga er tí flestu aðrir spælmennarar ikki brúka pengar uppá sovorðin smá context-sensitiv ting sum Naughty Dog ger. Bara tað at Lara Croft nú onkutíð styðjar seg móti bakgrundsobjektum bleiv blást upp sjálvt um Naughty Dog hevur gjørt sovorðið síðan fyrsta Uncharted spælið og er langt frammanfyri øll hini á tí økinum.
HForce

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 4368
# 2 - 13/06/2018 klokkan 09:04

Gevur meining. Og eisini mega cool við øllum hasum kontekstuellu tingunum. Mann ger sær vel eyka ómak at demonstrera tey øll tá ið mann ger ein sónan trailara.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.