Nýggjur trailer fyri Cyberpunk 2077 hjá CD Projekt Red
13/06/2018 klokkan 06:00 - HForce


Mennarin handan The Witcher spølini, CD Projekt Red, er í gongd við eitt annað univers. Komandi spælið eitur Cyberpunk 2077 og er baserað á universið skapt í borðspælinum Cyberpunk 2020.

Tann gløggi lesarin sær kanska navnið á spælinum og finnur útav, at talan er um eitt spæl í einum cyberpunk universi. Tú ert í Night City, har tað er stórur munur á ríkum og fátækum, og har tað sær út til at tey flestu eru uppá ein ella annan hátt tekniskt augmenteraði. Uppá tann mátan minnir universið nógv um Deus Ex.

Cyberpunk 2077 kemur út til Windows, Xbox One og PlayStation 4, men vit vita ikki nær. Tú sært nýggja trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.