Meira søga úr Death Stranding við nýggjum trailer
14/06/2018 klokkan 06:00 - HForce


Ikoniski japanski rokkstjørnu spæl designarin Hideo Kojima er í gong við eitt nýtt spæl í einum spildurnýggjum universi: Death Stranding. Tað varð avdúkað í 2016 aftaná hann varð tveittur úr Konami, har hann er kendur fyri Metal Gear spølini.

Kojima skapar Death Stranding gjøgnum sítt egna nýggja studio, og hann hevur nógvar kendar vinir við sær. Eitt nú Norman Reedus og Mads Mikkelsen teljast á listanum yvir sjónleikarar sum upptraðka í spælinum.

Nýggi trailer gevur okkum fleiri hints um søguna aftanfyri, og tað sær eisini út til at summir partar innihalda gameplay upptøkur. Death Stranding kemur út til PlayStation 4, vónandi í nærmastu framtíð. Tú sært nýggja trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.