Allir karakterar koma í næsta Super Smash Bros.
17/06/2018 klokkan 06:00 - HForce


Ein afturvendandi tittul á maskinum hjá Nintendo er Super Smash Bros. Tað kom fyrstu ferð út til Nintendo 64 í 1999, og síðani tá eru nýggjar útgávur komnar við skiftandi men altíð vaksandi uppstilling av klassiskum Nintendo karakterum.

Komandi Super Smash Bros. spælið til Nintendo Switch eitur Super Smash Bros. Ultimate, og tað kemur at innihalda allar karakterar sum nakrantíð hava upptraðkað í einum Super Smash Bros. spæli. Eisini koma nýggir karakterar, sum til dømis Inklings úr Splatoon spølunum.

Tú sært eitt video niðanfyri sum vísir fram Super Smash Bros. Ultimate, og sum eisini vísir eina ørgrynnu av teimum karakterum tú kanst spæla. Spælið kemur út tann 7. desember 2018 til Nintendo Switch.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.