Trading kemur endiliga til Pokémon GO
19/06/2018 klokkan 06:00 - HForce


Vit fingu einaferð at vita, at skjótt kemur trading til Pokémon GO. Tað er eftirhondini tvey ár síðani.

Men hesuferð er tað faktiskt við at vera her! Tað sigur Niantic, mennarin av spælinum, á teirra bloggi. Har stendur, at trading kemur í spælið seinni hesa vikuna. So um tú manglar ein bestemtan pokémon fyri at gera títt pokédex liðugt, og títt vinfólk hevur hann, so er skjótt vón fyri framman.

Tað ljóðar væl gjøgnumhugsað, hvussu mann kann býta pokémons millum sín. Fyri tað fyrsta skal mann hava lagt hin spælaran afturat sum vin í spælinum. Fyri tað næsta kostar tað stardust at býta pokémons. Og um tú skalt hava ein serliga pokémon, so sum ein shiny, ein legendary ella ein tú ikki enn hevur í tínum pokédex, so skalt tú frammanundan hava bygt títt vinarband upp við hin spælaran. So tað verður ikki so líkatil at fáa fatur á einum región-spesifikkum pokémon frá turistum.

Tú kanst lesa meira um hvussu trading kemur at rigga á blogginum hjá Pokémon GO.

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
dekanfari

05/07/2018

Stað: -
Innlegg: 1781
# 1 - 19/06/2018 klokkan 19:46

Apropos, hava tit roynt spælið StreetCars? Eitt sindur sum PokemonGo bara man skannar nummarplátur á bilum fyri at samla teir. Og so koyrir man kapp møtir øðrum spælarum og uppgradarar bilarnar osv osv. Nokkso væl gjørt tbh. Oh, og tað riggar bert í DK í løtuni, haldi eg.


Siðst broytt av dekanfari tann 19/06/2018 klokkan 19:47 (broytt 1x)
HForce

29/06/2018

Stað: -
Innlegg: 4368
# 2 - 20/06/2018 klokkan 22:03

Nope, er tað nakað tú spælir nógv?
Heinti hana niður nú, so fáa vit at síggja.
dekanfari

05/07/2018

Stað: -
Innlegg: 1781
# 3 - 21/06/2018 klokkan 20:49

Hugsaði bara líka at checka tað út. Men so bleiv eg eitt sindur bitin og mátti sletta tað aftur Má fokusera uppá at fáa specialið av vegnum fyrst

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.