Trailer fyri single player í Battlefield V
16/10/2018 klokkan 06:00 - HForce


Tað næsta Battlefield spælið gongur fyri seg undir øðrum heimsbardaga. Hesuferð eitur spælið Battlefield V og kemur út um ein mánaða.

Sum fyrra spælið (Battlefield 1) er single-player ikki ein lang søga, men fleiri einstakar "War Stories" sum fylgja einari styttri søgu undir krígnum, millum annað eina sum gongur fyri seg undir týsku innrásini í Noregi.

Battlefield V kemur út 20 november í ár til PC, PlayStation 4 og Xbox One. Tú sært nýggja trailer fyri single-player søgurnar niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.