Warcraft III verður remastered
02/11/2018 klokkan 06:00 - HForce


Eitt av mest týðandi spølum í søguni verður nú endurútgivið í einari remastered útgávu. Tað er Warcraft III, sum fyrstu ferð kom út í 2002.

Spælið hevur verið definerandi fyri RTS sjangruna og hevur skapt ein gróðrarbotn fyri MOBA sjangruna. Tað var nemliga í Warcraft III, at DotA sá dagsins ljós sum eitt “custom game”.

Endurútgávan kemur eisini at stuðla custom games, sambært útgevaranum Blizzard. Hetta inniber m.a. tower defense og MOBA spøl.

Tú kanst pre-keypa Warcraft III: Reforged longu nú, men spælið kemur út einaferð í næsta ár. Tú sært gameplay trailer niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.