Aloy kemur aftur í Horizon Forbidden West
16/06/2020 klokkan 06:00 - HForce


Eitt av mínum persónligum yndis spølum er Horizon Zero Dawn til PlayStation 4, og eg hav bíðað spentur eftir at uppfylgjarin bleiv avdúkaður.

Tann tíðin er komin, saman við avdúkingini av PlayStation 5. Horizon Forbidden West verður nemliga útgivið á next-gen maskinuni hjá Sony.

Í avdúkinga trailer síggja vit aftur hetjuna Aloy á einum nýggjum ævintýri. Har eru livandi maskinur vit kenna, men eisini spildurnýggjar. Eitt nú ein Lord of the Rings -agtigur krígs-fílur.

Vit vita ikki nær spælið kemur út, bara at tað verður til PlayStation 5 sum kemur út seinni í ár. Avdúkinga trailer er niðanfyri.


Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.