Rocket League verður free-to-play
22/07/2020 klokkan 06:00 - HForce


Populera FIFA-við-bilum spælið er ment av Psyonix, sum varð keypt av Epic Games í fjør. Tí er tað einki løgið í, at spælið skjótt verður tikið av Steam og verður ekslusivt tøkt á Epic Games Store.

Annar parturin í hesum tíðindum er yvirskriftin: nemliga at tað skjótt verður ókeypis at spæla Rocket League.

Tá ið spælið flytir til free-to-play verður tað tikið av platformum sum Steam. Um tú longu eigur Rocket League á Steam, so hvørvir tað ikki. Men nýggir spælarar sleppa ikki at finna tað har.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.