USB 3.0 SuperSpeed
24/11/2008 klokkan 05:01 - HForce


USB 2.0, eisini kallað Hi-Speed, hevur verið á marknaðinum í eina tíð nú. Nú kemur so USB 3.0 SuperSpeed. Formaturin bleiv kort síðani kunngjørdur, og skal eftir ætlan út á marknaðin í 2009.

"SuperSpeed USB is the next advancement in ubiquitous technology. Today's consumers are using rich media and large digital files that need to be easily and quickly transferred from PCs to devices and vice versa. SuperSpeed USB meets the needs of everyone from the tech-savvy executive to the average home user."


USB 3.0 bjóðar ferðir upp til tíggju ferðir skjótari enn USB 2.0, sum er sera skjótt. Tað er eisini meira orku-vinarligt.

Viðmerkingar: 14
Síða [1]
Thor_Bishmark

03/06/2009

Stað: -
Innlegg: 91
# 1 - 24/11/2008 klokkan 10:54

Sær spennandi út!
Demigod

05/12/2009

Stað: -
Innlegg: 598
# 2 - 24/11/2008 klokkan 12:06

Skal man so keypa nytt motherboard?
Inzanity

28/01/2016

Stað: -
Innlegg: 95
# 3 - 24/11/2008 klokkan 12:52

2008-11-24 at 11:06 AM - Demigod:
Skal man so keypa nytt motherboard?


Ja, men tað verður bakútkompatibult við USB 2.0, líkasum USB 2.0 er bakútkompatibult við USB 1.x í dag


Siðst broytt av Inzanity tann 24/11/2008 klokkan 13:05 (broytt 1x)
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 4 - 24/11/2008 klokkan 14:45

Nice! So má mann taka hetta into consideration tá mann velur sær nýggja teldu :o

Vónandi fara teir ikki at kosta nógv meir enn USB 2.0 kostar í dag.
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 5 - 24/11/2008 klokkan 18:01

2008-11-24 at 11:52 AM - Inzanity:
2008-11-24 at 11:06 AM - Demigod:
Skal man so keypa nytt motherboard?


Ja, men tað verður bakútkompatibult við USB 2.0, líkasum USB 2.0 er bakútkompatibult við USB 1.x í dag

Nýtt motherboard?

Hví ikki bara adda USB 3 via PCI kort?
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 6 - 24/11/2008 klokkan 18:42

Tí vit vita ikki allir so nógv um hvussu ein telda er sett saman Tað tekur jú tíð at spæla spøl
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 7 - 24/11/2008 klokkan 18:59

2008-11-24 at 5:01 PM - Sammi:
2008-11-24 at 11:52 AM - Inzanity:
2008-11-24 at 11:06 AM - Demigod:
Skal man so keypa nytt motherboard?


Ja, men tað verður bakútkompatibult við USB 2.0, líkasum USB 2.0 er bakútkompatibult við USB 1.x í dag

Nýtt motherboard?

Hví ikki bara adda USB 3 via PCI kort?


kunnu allar teldur so í prinsippinum updatera til 3.0? og er tað ikki dýrt?
HForce

15/08/2020

Stað: -
Innlegg: 4385
# 8 - 24/11/2008 klokkan 20:14

Nei, tá PCI kort við USB 3.0 koma út, fara tey nokk at kosta 200-350 kr.

Tað er bara at opna kabinettið og knalla kortið beint í!
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 9 - 25/11/2008 klokkan 00:40

Come on PSnake. Sjálvt børn kunna finna útav at seta eitt PCI kort í. Eg skifti PCI kort í heimatelduni, tá ið eg var 12 ár.
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 10 - 25/11/2008 klokkan 00:47

tit tosa bara í stationer-máli... hvussu við farteldum? er tað líka lætt har?
Inzanity

28/01/2016

Stað: -
Innlegg: 95
# 11 - 25/11/2008 klokkan 02:49

At smida USB 3.0 á eitt PCI kort sorta defeats the point, tí PCI bussurin hevur altso bara eina bandbreidd uppá 133MB/s ella uml 1Gbit, sum er langt frá tí lovaði 5Gbit bandbreiddini á USB 3.0. Tað er nokk meiri sannlíkt at PCI-e standardurin verður nýttur, men har má man nýta eitt x4 port fyri at fáa fulla nýttu av tí.
HForce

15/08/2020

Stað: -
Innlegg: 4385
# 12 - 25/11/2008 klokkan 16:07

2008-11-24 at 11:47 PM - dekanfari:
tit tosa bara í stationer-máli... hvussu við farteldum? er tað líka lætt har?


Nei, tað er so nakað annað. Veit ikki hvussu mann fer framm har!
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 13 - 25/11/2008 klokkan 19:01

2008-11-25 at 1:49 AM - Inzanity:
At smida USB 3.0 á eitt PCI kort sorta defeats the point, tí PCI bussurin hevur altso bara eina bandbreidd uppá 133MB/s ella uml 1Gbit, sum er langt frá tí lovaði 5Gbit bandbreiddini á USB 3.0. Tað er nokk meiri sannlíkt at PCI-e standardurin verður nýttur, men har má man nýta eitt x4 port fyri at fáa fulla nýttu av tí.
Rætt hevur tú. Tað krevur sjálvandi at motherboardi hevur eitt ledigt PCI-e x4 slot.

Men tað er eingin munur á PCI og PCI-e í praksis, fyri tann persónin, ið skal seta eitt USB 3 kort í. Bæði eru líka løtt at arbeiða við, og PCI-e avloysur vanligt PCI so líðandi, fyri nýggj motherboard.

2008-11-25 at 3:07 PM - H-Force:
2008-11-24 at 11:47 PM - dekanfari:
tit tosa bara í stationer-máli... hvussu við farteldum? er tað líka lætt har?


Nei, tað er so nakað annað. Veit ikki hvussu mann fer framm har!
Farteldur brúka ExpressCard til at adda hardware. Tað kann koyra upp til 2.5 Gbit/s

http://en.wikipedia.org/wiki/ExpressCard


Siðst broytt av Sammi tann 25/11/2008 klokkan 19:07 (broytt 1x)
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 14 - 29/11/2008 klokkan 20:00

ikki langt frá at eg havi sæð USB3 expresscards onkustaðni ?
visti ikki at USB3.0 var til fyrrenn ca. einari viku síðan.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.