VGA - Trailers
15/12/2008 klokkan 21:24 - Anayna


The Video Game Awards er nú liðugt, og vinnararnir av teimum ymisku evnunum kunnu síggjast niðanfyri, skrivað av Gaffer.
Men á VGA sóust eisini ein ørgrynna av nýggjum trailers, fyri fyrstu ferð.

God of War III trailer
Vit sóu nakað av gameplay’ið úr God of War 3, har ið Kratos ger tað, hann ger best: drepur og sær óvanliga súrur út. Og so hevur hann enntá funnið sær nakrar stórar boksi-handskar.

Gears of War 2 Map Pack trailer
Gears of War 2 hevur fingið fleiri multiplayer banar við “Combustible Map Pack”. Tríggir nýggir banar, sum kunnu keypast frá Xbox Live Marketplace, og teir eru enntá longu tøkir. Allir tríggir kosta 800 Microsoft Points tilsamans.

Dante's Inferno trailer
Einaferð í 1300 skrivaði Dante (nei, ikki tann hvíthærdi hálv-djevulin) The Divine Comedy. Í 2008 sóu vit fyri fyrstu ferð spælið, sum lænir frá fyrsta partinum í bókini: Dante’s Inferno.
Trailarin sigur ikki so nógv, men tað handlar allarhelst um at fara ígjøgnum allar 9 sirklar av helviti, og buka ymisk ónd ting.

Fight Night Round 4 trailer
Fight Night Round 4 var eisini at síggja á VGA. Tað letur til, at man hesu ferð kann spæla sum ymiskir boksarar úr ymiskum tíðarbilum í søguni. Í trailarinum síggjast ongin aðrir enn Mike Tyson og Muhammad Ali í ringinum.

Watchmen: The End is Nigh trailer
Watchmen filmurin er væl á veg, og í samband við ein tílíkan film, plaga vit ofta at fáa eitt spæl afturvið. Onki er broytt her, og vit fáa at síggja um Watchmen: The End is Nigh verður nakað vert, ella verður líka vánaligt sum flest spøl avleidd av filmum.

Brutal Legend trailer
Tim Schafer er eitt flogvit. Hann er maðurin aftanfyri klassisk adventure spøl, so sum Monkey Island røðin, Day of the Tentacle, og Grim Fandango. Seinasta konsol spælið hjá honum, Psychonauts, seldi tó onki serliga væl, sjálvt um ummælini vóru sera góð.
Kanska fer hetta at broytast við Brutal Legend, sum hevur sjálvan Jack Black í høvuðsleiklutinum.

Mafia 2 trailer
Vit hava vitað um Mafia 2 heilt longi, og á VGA fingu vit ein nýggjan trailer. Enjoy.

Uncharted 2: Among Thieves trailer
Uncharted 2: Among Thieves var kunngjørt fyri ikki so langari tíð síðani, við einum stuttum trailara. Nú hava vit fingið ein nýggjan, hesu ferð longri, og Naughty Dog hevur lovað okkum, at hann var gjørdur við “in-game engine” hjá spælinum. Altso onki CG.

The Lost and Damned trailer
Og til síðst; GTA 4 fær nýtt tilfar sum verður tøkt gjøgnum download. Onki nýtt í hesum, men á VGA sóu vit tað fyri fyrstu ferð. Tað ber navnið The Lost and Damned, og verður ekslusivt til Xbox 360.

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 1 - 16/12/2008 klokkan 06:52

GoW3 - Only on Playstation 3 :3

Brutal Legend - Jack Black FTW!!! Sær út til at spælið verður antin ordiliga vánaligt, ella genialt!

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.