Vevmátingarlistin
19/01/2009 klokkan 13:53 - HForce


Tað hevur verið kjakast um í okkara forum, at Gaming.fo burdi komið á Vevmátingarlistan. Í dag var listin dagførdur, og Gaming.fo er nýggjasta síða á honum!

Eftir Vevmátingarlistanum at døma, er Gaming.fo tann 21. mest vitjaða heimasíðan í Føroyum, við 1.516 vitjanum hesa seinastu vikuna. Vit høvdu vitjanir frá 298 ymsum brúkarum, og 7.357 sýndar síður.

Vónandi fara hesi tølini uppeftir! Vevmátingarlistin kann síggjast her.

Viðmerkingar: 8
Síða [1]
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 1 - 19/01/2009 klokkan 14:01

hygg hatta raska!
manglar eigari, men tað er kanska ikki so týdningarmikið..
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 2 - 19/01/2009 klokkan 14:20

Wow, hatta er sku rættiliga imponerandi...
Og av onkrari orsøk fór eg at flenna, tá ið eg sá at gaming.fo lá hægri enn keldan.fo.
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 3 - 19/01/2009 klokkan 18:52

Nógv færri unik vitjandi og nógv fleiri sýndar sýndar síður enn hinar heimasíðurnar. Tað sigur at vit hava ein fokuseraðan og aktivan brúkarabasa, sum kemur aftur og aftur.

Unik vitjandi er bara 298, meðan hinar síðurnar um 21. plássið eru um tey túsund uniku vitjandi. Næstan tríhundra fólk, ið kanna gaming.fo oftani, er virkuliga gott klára haldi eg.
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 4 - 19/01/2009 klokkan 21:16

Tað haldi eg eisini! Hugsi tykkum, trý hundrað fólk hava kannað hesa heimasíðuna innanfyri tí seinastu vikuna.

Flott klára, tit trý hundrað.
Thor_Bishmark

03/06/2009

Stað: -
Innlegg: 91
# 5 - 20/01/2009 klokkan 10:13

THIS IS SPARTA!!!

*Eg mátti bara!*
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 6 - 20/01/2009 klokkan 15:57

LOL XD
Funkasy

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 604
# 7 - 22/01/2009 klokkan 20:13

kostar tað at vera við í hasum listanum ???
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 8 - 22/01/2009 klokkan 21:05

Ja, vanliga.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.