Ársins versta leika
23/01/2009 klokkan 21:57 - Anayna


Felagskapurin Campaign for a Commercial-Free Childhood hevur skapt eina nýggja virðisløn: TOADY. Stavirnir standa fyri Toys Oppressive And Destructive to Young Children, og skal handast einari leiku, sum... ja, les navnið.
Júst sum vænta, er eitt telduspæl ímillum kandidatunum. Hesu ferð er tað tó ikki GTA 4, ella nakað líknandi harðligt spæl, sum fær nøkur hørð orð. Tað er Lego Batman.

Tað kann tykjast eitt løgið val, men felagsskapurin argumenterar heilt væl fyri sínum valið. Tey hava hetta at siga:

“Hvussu gert tú tað ultimativu kreativu leikuna um til eitt symbol fyri tann kommerciella barndómin? Tú byrjar við at arbeiða saman við miðla virkjum, at selja júst teir lutir sum eru skaptir til at endurskapa filmar sum Star Wars, heldur enn at menna kreativa skapan. Síðani gloymir tú alt um at byggja yvirhøvur, við at gera leikuna um til eitt telduspæl. Ístaðin fyri at hugsa um hvat ið tú byggir, so kunnu børn velja hvat cyber vápn tey skulu nýta at buka mótstøðumannin. Til seinast, so ignorerar tú at spælið fekk eitt aldursmark, 10 ár og upp, og gert eina avtalu við McDonald’s um leikir í hvørjum Happy Meal, sum samstundis reklamera telduspælið, junk food, og tann harðliga filmin Dark Knight, til børn sum enn ikki ganga í skúla.”

Vit fáa at síggja hvat hendir, men tú kanst eisini avgera hvør leika skal vinna TOADY, um tú bara fylgir kelduni niðast. Har eru nógvar ræðuligar leikur.

Kelda.

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 1 - 24/01/2009 klokkan 14:16

man byggir eisini legu í Lego Batman.. kanska ikki uppá sama máta, men tað er har..
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 2 - 24/01/2009 klokkan 17:06

Helvitis grenj.
huldumadurin

14/06/2017

Stað: -
Innlegg: 115
# 3 - 24/01/2009 klokkan 17:42

skilji ikki hví Lego batman skal fáa skyldina fyri alt. tað er nokk ikki petti verri enn nakað annað spæl.

Meeen, eg eri um at blíva væl og virðiliga irriteraður inná LEGO. Tað sum fyrr var eitt tað kreativasta leikutoyið er blivið til ein uppfinnsaman máta at drepa kreativitet og selja star wars merchandise. Sjálvandi kann sovorðið sum líkist tí gamla slagnum av lego enn keypast, men tað er líkasum skumpað til viks nú.
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 4 - 24/01/2009 klokkan 18:12

hatta er mær vitandi tann einasti mátin lego kann yvirliva uppá.. telduspøl eru framtíðin, fysiskir lego-klossar eru ikki..
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 5 - 24/01/2009 klokkan 18:25

Svass, telduspøl skulu ikki beina fyri øðrum leikum. Tað er pláss fyri báðum, og so serliga Lego.
Tað er heimsins besta leika, in my humble opinion.
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 6 - 24/01/2009 klokkan 18:27

eg hopi ikki at hasi fólkini fáa løn fyri t að tey gera...
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 7 - 26/01/2009 klokkan 03:28

Lítli 8 ára gamli beiggin hjá mær dyrkar bæði Lego Batman og Star Wars.

Um nakað, so er hann farin at spæla meira orduliga Lego, av at spæla tey, ikki minni. Dugi slett ikki at fáa eyga á nakra skaðiliga ávirkan frá Lego Batman. Tað er alt í alt eitt flott og undirhaldandi spæl fyri tey smærru.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.