Uppskot um spæl sensur
01/04/2009 klokkan 17:20 - HForce


Í morgun hava Miðflokkurin lagt uppskot fram fyri løgtinginum, har heitt verður á at seta bann á tey harðligastu telduspølini. Uppskotið er orðað í samstarvi við Miðlaráðið, sum hevur eftirlit við filmum og øðrum miðlum í Føroyum.

Landstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevði eina positiva reaktión til uppskotið: "Sovorðin stig kunnu tykjast sera ekstrem, men onkuntíð kunnu tey vera neyðug. Vit hoyra um fleiri og fleiri dømi um harðskap og dráp í skúlum uttanlanda, og kanningar benda á, at ógvuslig telduspøl hava ein stóran leiklut í hesum. Lond so sum Týskland hava longu bann á ávís spøl, og tað er kanska uppá tíðina, at Føroyar eisini byrja at lóggeva á økinum."

Uppskotið er orðað soleiðis, at tey spølini sum eru koyrd í bólkin 18+ hjá PEGI (Pan European Game Information) verða ikki longur loyvd at selja og innflyta. Nógv sera vældámd spøl eru í hesum bólkinum, so sum Grand Theft Auto og God of War røðinar.

Viðmerkingar: 22
Síða [1] 2 >
HForce

15/08/2020

Stað: -
Innlegg: 4385
# 1 - 01/04/2009 klokkan 17:47

Eg haldi, at Gaming.fo burdi skipað fyri einari undirskrifta savning móti hesum. Hvat halda tit um tað?
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 2 - 01/04/2009 klokkan 18:10

Hetta má als ikki henda. Landi má undir ongum umstøðum søkka so langt niður sum Týsland, tá tað kemur til video-spøl censur.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 3 - 01/04/2009 klokkan 18:23

Púra samdur. Hetta er skomm! Loysnin er ikki, at banna spølini, men at hava eftirlit við hvønn tey verða seld til! Gera tey hetta, missa vit stórsta partin av øllum spæl marknaðin í Føroyum!
Vega

28/03/2014

Stað: -
Innlegg: 555
# 4 - 01/04/2009 klokkan 19:33

Ja hetta er púra burtur við...70% av game'arum í fo eru undir 18
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 5 - 01/04/2009 klokkan 19:37

miðflokkurin?
who'da thunk it?
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 6 - 01/04/2009 klokkan 19:49

tvs. at tað ikki fer at bera til at bíleggja frá amazon og øðrum internet handlum?
Grein

31/10/2014

Stað: -
Innlegg: 181
# 7 - 01/04/2009 klokkan 21:31

APRÍL APRÍL!
Delayne

02/02/2015

Stað: -
Innlegg: 23
# 8 - 01/04/2009 klokkan 21:42

*Sensurerað* XD


Siðst broytt av Delayne tann 01/04/2009 klokkan 23:39 (broytt 3x)
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 9 - 01/04/2009 klokkan 21:42

Vissi hetta "hevði" hent, so hevði eg dripið øll í Miðflokkurin. Vit øll hata tey álíkavæl... :p
HForce

15/08/2020

Stað: -
Innlegg: 4385
# 10 - 01/04/2009 klokkan 21:58

Bah, fólk stinka. Oyðileggja tað fyri øll við at koma og rópa apríl.
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 11 - 01/04/2009 klokkan 23:14

oO handan er tann besta eg havi hoyrt fleiri ár :p
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 12 - 01/04/2009 klokkan 23:59

lol, tú fekst meg við hasum
Miðflokkurin sokkar tó alíkavæl :3
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 13 - 02/04/2009 klokkan 02:17

hahah fekst eisini meg ! læs comments aftaná

good one


Siðst broytt av Vilmar tann 02/04/2009 klokkan 02:18 (broytt 1x)
Kavamadurin

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 77
# 14 - 02/04/2009 klokkan 03:39

les a nordlysinum

btw handan var góð
HForce

15/08/2020

Stað: -
Innlegg: 4385
# 15 - 02/04/2009 klokkan 03:48

Eisini: www.xfire.com
Oblimix

11/05/2018

Stað: -
Innlegg: 618
# 16 - 02/04/2009 klokkan 06:06

Youtube er eisini í apríl humør.
Tey hava vent alt á høvd ;D
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 17 - 02/04/2009 klokkan 17:50

Men tað er jú so trúðligt Hatta kundi væl hent XD
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 18 - 02/04/2009 klokkan 18:06

Akkurát hatta máli kundi allarhelst fleiri flokkar komi við.
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 19 - 03/04/2009 klokkan 04:14

eg hugsaði tað sama og helt at miðflokkurin var sindur for obvious
fekk heili tvey innlegg slettað í míni roynd at busta H-Force so eg spældi bara við
eg eri annars eyka nógv uppá vakt fyrsta apríl hvørt ár so har skal eitt sindur til fyri at lumpa meg eftirhondini
HForce

15/08/2020

Stað: -
Innlegg: 4385
# 20 - 03/04/2009 klokkan 05:20

Ja Tanerion, men tað er bara for rotið at renna og avsløra tað fyri øllum.

Annars, eg dugi væl at síggja ironi í at eg slettaði innlegg í einari grein um sensur.
Síða [1] 2 >

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.