Uwe Boll í Postal 3
10/06/2009 klokkan 02:09 - Anayna


Tað er sjáldsamt at hoyra nøkur góð tíðindi sum innibera navni Uwe Boll, men í dag er tað júst so. Uwe Boll verður at finna í Postal 3.

Persónliga havi eg ongantíð ordiliga “fatað” Postal røðina. Okay, tú kanst drepa eina rúgvu av tilvildarligum fólkum, men tað blívur ikki við at verða stuttligt. Betur hevði verið, um ein slapp at drepa onkran ein veruliga hataði, so sum Hitler, Hannah Montana, Numa Numa mannin...
Bíða nú, Uwe Boll er víð í næsta spælinum. Never mind.

Ja, spæl-til-film slaktarin sjálvur verður ein figurur í Postal 3, og tað er ikki tað løgnasta av øllum. Boll hevur faktiskt goldið fyri at sleppa uppí spælið.
Vince Desi, stjórin handan virkið sum ger Postal 3, Running With Scissors, hevur tó púrt onki ímóti Boll. Tvørturímóti sigur hann, at Boll og hann eru vinmenn.
“Mær dámar væl Uwe, og metið hann sum vin. Eg eri ikki samdur við tey sum skríggja eftir høvdi hansara. Tey skuldu roynt at gjørt ein film sjálvi.”

Kanska eitt sindur løgið, tá ið ein hugsar um hvat Uwe gjørdi við Postal filmin, men vinalagið teirra ímillum fer heldur ikki longur, enn at Boll verður noyddur at gjalda fyri at koma uppí spælið.
Desi sigur at ein kann gera júst tað sama við Boll í spælinum, sum ein og hvønn annan figur. Tú kanst altso, millum annað, kappa høvdið av honum, spæla fótbólt við tí og síðani seta eld á líkið...
Hvar kann eg bestilla spælið?

Kelda.

Viðmerkingar: 5
Síða [1]
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 1 - 10/06/2009 klokkan 02:49

What is so great with Uwe Boll?
Men Postal 3... NICE D:
Kavamadurin

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 77
# 2 - 10/06/2009 klokkan 05:42

Uwe Boll
gjørt BloodRayne, BloodRayne 2 og BloodRayne 3 filmurin er a veg
In the Name of the King: A Dungeon Siege Tale
Postal

eru fín spøl sum han hevur gjørt um til film sum burdi veri betri.
eg sjálvur bleiv avorliga skuffavur av In the Name of the King: A Dungeon Siege Tale men ok kanska vantadi eg mær fornogv
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 3 - 10/06/2009 klokkan 07:35

1 grund til at keypa Postal 3
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 4 - 10/06/2009 klokkan 07:46

Eg ætlaði mær tað í forvegin.
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 5 - 12/06/2009 klokkan 17:29

Eg havi sæd nógvar vánaligar filmar gjøgnum mína tíd, men "In the name of the King: A Dungeon Siege Tale" var tann býttasti og vánaligasti filmurin eg NAKRANTÌD havi sæd.

A mans name is what he does, his name is farmer cause he is a farmer.

Vit mundi skrædna tá vit hoyrdi hana siga hattar. Og filmurin var eisini kliptur saman so PISSI vánaliga. Og ninjas sum klatra og kasta nálir vid lítlum klokkum á... Og so at hattar at ein orc'ur hoppar upp í katapultin og blívur skotin inn í eitt træd. Hattar er jú direkta kopiera úr Warhammer: Online trailarinum.

Omgomgomg eg fái klamydia í oyra av at hugsa um handan filmin...

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.