Úrslit frá FIFA 09 kappingini
22/09/2009 klokkan 21:18 - dreaKan


FIFA 2009 kappingin, sum var síðsta leygardag, eydnaðist sera væl. 32 luttakarar vóru við í kappingini, har bólkaspæl bleiv spælt áðrenn farið var í gongd við single knockout kappingina.

Byrjað var kl. 12, tá longu fleiri luttakarar vóru møttir upp, bæði ungir sum eldri FIFA spælarar. Aldursbólkurin lá umleið 10-30 ár, so áhugavert var at síggja, hvør aldursbólkur kláraði seg betur. Miðal aldurin lá um 22 ár.

Hvør bólkur taldi 4 luttakarar, so 8 bólkar vóru tilsamans. Sostatt slapp hvør luttakari minst at spæla 3 dystir í part.

1. umfar var farið í gongd, og longu eftir fáar dystir dugdi ein at meta um støðið, og støðið var ikki lágt. Fleiri luttakarar høvdu ætlanir um at fara heim aftur við vinningi. Bólkaspælið tók uml. 6 tímar - síðani var farið í gongd við 'knockout'. 2 spælarar komu víðari úr hvørjum bólki, sum vil siga, at 16 spælarar spældu seg víðari til knockout støði.

Tað vísti seg at blíva sera spennandi, tí fleiri góðir spælarar høvdu spælt seg víðari og tað var eingin sum skilti seg heilt frá mongdini. Nevnast kann, at Niklas Reginson, sum vann FIFA kappingin ið bleiv hildin í Expert fyrr í ár var eisini við millum teir 16, sum vóru komnir víðari.

Sum ein kann vænta, blivu dystirnir enn meir spennandi, tá teir bestu spælarnir vóru settir at spæla ímóti hvørjum øðrum. Ein serstakur dystur, har tann eini førdi 4-0 í hálvleikinum, megnaði mótstandarin síðani at gera eitt framúrskarandi comeback við at vinna dystin 5-4. Hetta gjørdist ein stuttligur og spennandi dystur at hyggja eftir hjá áskoðarum - men ein minni stuttligur dystur hjá tí útslidna luttakaranum.

Finalan stóð ímillum Arnar Lognberg og Símun Rógva Hansen. Arnar hevði bert tapt ein dyst meðan Símun Rógvi ongan dyst hevði tapt, so líkindini fyri at Símun Rógvi fór at vinna vóru í yvirluta. Men so vísti seg ikki, tí í hálvleikinum stóð støðan 2-0 til Arnar. Teir báðir fóru í gongd við næsta hálvleik, sum bleiv heldur nervapirrandi, tí støðan stóð 3-3 í 80'inda minutti. Símun Rógvi megnaði tó at seta bóltin í netið áðrenn tíðin var úti og gjørdist sostatt vinnari av FIFA 09 kappingini í Pálsstovu. Tillukku!

1. pláss: Símun Rógvi Hansen (2500kr í hondina)
2.pláss: Arnar Lognberg (1000kr gávukort frá Føroya Tele + 300kr í hondina)
3. pláss: Niklas Reginson (1 sodavantskassa + 300kr í hondina)

Myndir frá FIFA 09 kappingini

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 1 - 23/09/2009 klokkan 20:47

hasin niklas er grovur.. hann vann seinast (tá expert skipaði fyri)

annars tillukku til allar


Siðst broytt av dekanfari tann 23/09/2009 klokkan 20:48 (broytt 1x)
Dixer

05/09/2013

Stað: -
Innlegg: 73
# 2 - 25/09/2009 klokkan 02:39

Haldi ikki, at hann spældi so yvirdrivi væl, men hann dugur væl at lukka dystirnar. Símun Rógvi har aftur ímóti var í einum klassa fyri seg ... Arnar spældi illa at byrja við, men so koma hansara góða kontraspæl í gongd, og við Torres í álopinum so var hann ómøguligur at fáa aftu,r tá hann fyrst var blivin fríður.

Alt í alt so var hetta væl eyðna, men man kundi hugsað sær eina ella tvær konsollir afturat til næstuferð tí tað kundi ganga í so leingi í millum dystirnar ..
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 3 - 25/09/2009 klokkan 14:32

Niklas mundi tapt ímóti einum 12 ára gomlum dreingi. :-D fææææn tað hevði verið gott

Og Arnar mundi, ella rættari sagt, kundi tapt ímóti mær støðan var 0-0, men eg tapti í straffikapping :p

Ja, kundi verið gott at havt ein stórskerm afturat. Men mær dámdi allíkavæl at bólkarnir vóru spældir í umførum, tí so máttu allir luttakarnir vera til staðar og klárir at spæla næsta dyst, sum gjørdi hvønn dyst stuttligari við áskoðarum osv.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.