Uppdatering til Aion
26/11/2009 klokkan 03:44 - Anayna


Spælir tú Aion, so fer lýsingin, um nýggja tilfarið til tað, omanfyri allarhelst at fáa teg at sleva. Spælir tú ikki Aion, so... ja, so far og ger okkurt annað.

Tað er ikki langt síðani Aion kom út her heima, men MMO spælið fær longu eina uppdatering, og hon er ikki bara okkurt smávegis. NCSoft, fólkini handan Aion, hava lovað minst eina stóra uppdatering til spælið um árið, og vit kunnu gita at hetta er tann fyrsta.
Nýggj støð at ferðast til, ovurstórar fíggindar, eina realistiska veður skipan, undirvatns bardagar, og so ikki at forgloyma, eina sera stór forbetring til grafikkin.
Nýggi grafikkurin er veruliga imponerandi, serliga tá ið ein hugsar um, at Aion longu var eitt tað flottasta MMO spæli á marknaðinum tá ið tað kom út.

Vt kunnu vænta okkum at hetta kemur út um ein mánað ella tveir, men hvat halda tit um tað heila? Eru nakrir Aion spælarar á síðuni? Sjálvur má eg viðganga, at tó at eg ikki eri tann størsti MMO maðurin, so sær hetta sera lokkandi út.
Og so kann man ríða á einum T. Rex. Hvat er ikki at dáma?

Viðmerkingar: 7
Síða [1]
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 1 - 26/11/2009 klokkan 04:51

One word to sum this all up: "EPIC!"
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 2 - 26/11/2009 klokkan 05:10

Las um Aion at tað var fantastiska flott, men manglaði eitt gott gameplay. Um tað er nakað um tað, so burdu teir kanska heldur gjørt okkurt við tað.
HForce

04/04/2020

Stað: -
Innlegg: 4379
# 3 - 26/11/2009 klokkan 12:11

Tað sær ordiliga cool út. Men eg ivist í hvussu stuttligt tað faktiskt er at spæla. Eg sá Vagn spæla tað í eina løtu, eg varð í hvussu so er ikki imponeraður.
AkjoN

22/09/2011

Stað: -
Innlegg: 19
# 4 - 26/11/2009 klokkan 13:36

fail
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 5 - 26/11/2009 klokkan 16:17

ja solo'ing is really fail!! men kanska blívur hetta rætta.. vil eg hvørfall hopa!
p-war

29/01/2010

Stað: -
Innlegg: 55
# 6 - 26/11/2009 klokkan 23:29

couldn't care less
Funkasy

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 604
# 7 - 27/11/2009 klokkan 00:54

spældi tað i 2 mánaðir og hugsi um at byrja aftur... havi bara ikki heilt so góða tíð í løtuni tí eg spæli teldu ;D

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.