VGA hjá Spike
14/12/2009 klokkan 00:56 - Anayna


Video Game Awards hjá Spike TV er yvirstaðið nú, og sjálvt um tú kanska ert púrasta ósamd/ur við úrslitinum, so kanst tú ið tað minsta hygga at nøkrum nýggjum trailers.

Hesu ferð vóru virðislønirnar ikki handaðar til spølini við bestu ummælunum, ella enntá til tey vald av einari dómaranevnd. Fólk kundu atkvøða fyri hvat spæl skuldi fáa hvørja virðisløn. Hetta er ein demokratiskt skipan, tann sama sum gjørdi at George Bush bleiv amerikanski forsetin, so hon skuldi rigga heilt væl.
Er nakar áhugaður, so kann fulli listin av vinnarum síggjast niðanfyri.

Listin +-
Besta røddin í einum spæli: Jack Black sum Eddie Riggs í Brutal Legend
Best leikara-val: X-Men Origins: Wolverine
Besti sjónleikur av einum manni: Hugh Jackman í X-Men Origins: Wolverine
Besti sjónleikur av einari kvinnu: Megan Fox í Transformers: Revenge of the Fallen
Besta indie spæl stuðla av Mountain Dew: Flower
Besta spæl bert tøkt gjøgnum download: Shadow Complex
Besta downloadable content: GTA4: The Ballad of Gay Tony
Besti grafikkur: Uncharted 2
Besta soundtrack: DJ Hero
Bestan orginalan tónleik: Halo 3: ODST
Besta spæli bygt uppá ein film ella sjónvarpsrøð: South Park: Let’s Go Tower Defense Play
Besta multiplayer spæl: Call of Duty: Modern Warfare 2
Besta action/adventure spæl: Assassin’s Creed 2
Besta kappkoyring spæl: Forza Motorsport 3
Besta fighting spæl: Street Fighter 4
Besta tónleika spæl: Beatles Rock Band
Besta RPG: Dragon Age: Origins
Besti shooter: Call of Duty: Modern Warfare 2
Besta lið ítróttar spæl: NHL 10
Besta einstaklinga ítróttar spæl: UFC 2009 Undisputed
Besti spæl framleiðari: Rocksteady Studios fyri Batman: Arkham Asylum
Besta Playstation 3 spæl: Uncharted 2
Besta Wii spæl: New Super Mario Bros. Wii
Besta Xbox 360 spæl: Left 4 Dead 2
Besta “handheld” spæl: GTA: Chinatown Wars
Besta PC spæl: Dragon Age: Origins
Spæl sum flest bíða eftir: God of War 3
Besta spæl: Uncharted 2



Nógvar nýggjar lýsingar fyri spøl vóru tó eisini vístar, fleiri teirra av spølum, sum ongin visti um áðrenn.
Batman: Arkham Ayslum 2 er eitt teirra. Vit ganga tó bara út frá at tað enn eitur so, tí endaliga navnið var ikki avdúkað. Tað verður tó gjørt av somu fólkunum sum gjørdu upprunaliga spælið, og lýsingin vísir Joker, sum ikki hevur tað alt ov gott og sum hevur fingið makeup hjálp frá Heath Ledger.

Nýggja Tron spælið fekk eisini eina nýggja lýsing, sum inniheldur neon. Nógv, nógv neon. Tað var eisini endurdoypt Tron Evolution.

Nýggja Medal of Honor spæli, sum verður nakað øðrvísi frá øðrum spølum í røðini, var eisini víst fyri fyrstu ferð. Sum vænta líkist tað Modern Warfare 2 uppá ein prik, men tað ger ikki spælið verri.

Heldur óvænta kemur eitt nýtt True Crimes spæl út, og útgevarin Activision hevur eina lýsing at prógva tað.

Løgnasta spæli sum var víst, var tó uttan iva Deadliest Warrior; eitt spæl nevnt eftir sjónvarpsrøðini av sama navni. Røðin handlar um at samanbera hermenn úr ymiskum tíðarskeiðum, og lýsingin vísir ein riddara og ein ninja berjast. Ivasamt er hvussu hetta spæli fer at rigga, tá ið ein SAS ovasti kemur uppí við einari byrsu, men vit fáa at síggja.

Spec Ops fær eisini eitt nýtt spæl til røðina nevnt Spec Ops: The Line.

Eftirsum at fyrsta spælið kláraði seg sera væl, kundi ein vænta sær eitt afturat, og so er: UFC Undisputed 2010 fekk eina lýsing.

Tað var tosa um, at eitt nýtt Star Wars spæl var í gerð, og nú var tað vátta: Star Wars: The Force Unleashed II. Upprunaliga spæli fekk ikki heilt so einastandandi ummæli, men vónandi fer at ganga hesum betri.

Green Day fær sítt egna Rock Band spæl, sum hevur fingið tað kreativa navnið Green Day: Rock Band.

Jake Gyllenhaal var á staðnum og vísti nøkur nýggj klipp úr nýggjasti filmi sínum, Prince of Persia: The Sands of Time. Samstundis vísti hann tó eisini fyrstu lýsingina fyri spæli um filmin: Prince of Persia: The Forgotten Sands.
Ein spæl verður gjørt um til ein film, og síðani verður tann filmurin gjørdur um til enn eitt spæl. Wow.

Crackdown 2 fekk eina lýsing, og fjepparar av upprunaliga spælinum verða allarhelst ikki vónsviknir.

Síðst, men bestemt ikki minst, var fyrsta lýsingin fyri Halo: Reach. Hon sigst at verða gjørd við in-game grafikkinum, so spælið verður í øllum førum heilt pent.

Hatta var tað frá VGA. Nakað tú ert serliga áhugaður í? Onkur virðisløn sum fór til púra skeiva spæli? Gleðir tú teg til eitt av áður nevndu spølunum?
Sig endiliga frá.

Viðmerkingar: 12
Síða [1]
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 1 - 14/12/2009 klokkan 01:54

Halo sær mega flott út.. burdi kanska keypt eina xbox

nice cinematics úr starwars the force unleashed 2.. men tað var tað eisini úr 1'arinum.

Arkham Asylum sær eisini cool út

Annars "spæl sum flest bíða eftir: God of War 3"... At tað ikki diablo 3, starcraft 2? tað er bullshit. Men at tað er God of war 3? meir bullshit :/ Trúgvi at tað má vera okkurt annað spæl.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 2 - 14/12/2009 klokkan 02:23

Trupuleikin við vote-skipanini, er at fleiri fara at stemma ofta á sama spælið, og fara helst bert at minnast nýggjastu spølini

Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 3 - 14/12/2009 klokkan 03:01

2009-12-13 at 7:54 PM - DerMeister:
Annars "spæl sum flest bíða eftir: God of War 3"... At tað ikki diablo 3, starcraft 2? tað er bullshit. Men at tað er God of war 3? meir bullshit :/ Trúgvi at tað má vera okkurt annað spæl.

Well, hatta er sjálvandi bara úrslitið hjá teimum. Ivist eisini eitt sindur í hasum.

Men hetta er jú alt basera á atkvøðir, og har eru so nógv ymisk ting sum feila einari tílíkari skipan í hesum førinum; til dømis tað PSnake vísti á.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 4 - 14/12/2009 klokkan 03:16

Eru stemmurnar ikki avlukkaðar til eina pr. ip-adressu?

Annars er hetta nokk ein av teimum fáu førunum har Megan Fox fær eina virðisløn fyri besta leikaraframførslu. Men um mann hugsar um gamara-demografiin, so er tað kanska ikki tí hon vann...
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 5 - 14/12/2009 klokkan 04:17

2009-12-13 at 9:16 PM - Gaffer:
Annars er hetta nokk ein av teimum fáu førunum har Megan Fox fær eina virðisløn fyri besta leikaraframførslu. Men um mann hugsar um gamara-demografiin, so er tað kanska ikki tí hon vann...

Ja tað sigur nokk meira um gamarar enn um hana.
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 6 - 14/12/2009 klokkan 04:38

2009-12-13 at 9:16 PM - Gaffer:
Eru stemmurnar ikki avlukkaðar til eina pr. ip-adressu?

Annars er hetta nokk ein av teimum fáu førunum har Megan Fox fær eina virðisløn fyri besta leikaraframførslu. Men um mann hugsar um gamara-demografiin, so er tað kanska ikki tí hon vann...

Er eisini lætt at koma rundanum
Funkasy

30/01/2010

Stað: -
Innlegg: 604
# 7 - 14/12/2009 klokkan 07:17

Ein spæl verður gjørt um til ein film, og síðani verður tann filmurin gjørdur um til enn eitt spæl. Wow
GRINDABOD!

04/01/2013

Stað: -
Innlegg: 104
# 8 - 14/12/2009 klokkan 13:42

Halo Reach Grafikkurin er nice helst um hattar er ingame.

Er tað bara eg sum haldi at verðuleika/spæl barrieran brotnar skjótt?
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 9 - 16/12/2009 klokkan 01:21

WHAR IS DOOM4?!
HForce

23/01/2020

Stað: -
Innlegg: 4379
# 10 - 16/12/2009 klokkan 01:32

No way hatta er in-game. For flott.
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 11 - 16/12/2009 klokkan 04:28

Eg bíði eisini eftir Doom 4.. men hvar er Duke Nukem?
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 12 - 16/12/2009 klokkan 06:03

" Hetta er ein demokratiskt skipan, tann sama sum gjørdi at George Bush bleiv amerikanski forsetin, so hon skuldi rigga heilt væl."

Gloym nú ikki, at hetta er sama skipan dum fekk Barack Obama valdan.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.