Valve kunnger DotA 2
14/10/2010 klokkan 03:48 - HForce
Tíðindini sum sjokeraðu heimin: Valve eru í ferð við at gera DotA 2, og Icefrog er við í projektinum.

Tað er nú eitt sindur síðani at Heroes of Newerth og League of Legends komu út. HoN er eitt DotA-kopi við nøkrum betringum, og LoL er eitt spæl ið er baserað á DotA. Tað hevur verið nógv diskuterað, at tvey so lík spøl komu út næstan í senn.

Tí er tað sera spennandi at eitt heilt triðja spæl kemur út nú, nemliga tann "officielli" eftirfylgjarin til DotA. Hetta spælið verður eisini gjørt av Icefrog, legenduni aftanfyri originala DotA.

Fáar upplýsingar eru at finna enn, men vit fáa helst nógv at vita í næstum.

Kelda.

Viðmerkingar: 23
Síða [1] 2 >
HForce

15/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 1 - 14/10/2010 klokkan 03:52

BRB, having meltdown.
mrdurhuus

28/10/2010

Stað: -
Innlegg: 13
# 2 - 14/10/2010 klokkan 03:58

sweet, hatta má man fara at prøva
Ziqqi_pH

06/08/2013

Stað: -
Innlegg: 517
# 3 - 14/10/2010 klokkan 06:17

Hettar er tó bert tann almanna kunngerðin um projektið. Icefrog hevur nevnt hettar fyrr á sínum bloggið, so ikki so mega sjokerandi kanska
Anyway, nice at spæli er nærindis. Fari heilt víst at keypa tað!
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 4 - 14/10/2010 klokkan 11:25

Awesome
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 5 - 14/10/2010 klokkan 20:47

Hvussu ber tað til at Valve kann gera ein eftirfylgjari til eitt Blizzard "spæl"?
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 6 - 14/10/2010 klokkan 21:00

Teir eiga well ikki licence til moddi Dota. Bara spælið warcraft 3. Blizzard siga eisini ofta hvussu teimum dáma at fólk gera fun mods av warcraft + starcraft (haters gonna hate @starcraft 2 modding). Men ja, hatta er legalt.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 7 - 14/10/2010 klokkan 22:39

Jújú, men her kemur ein kappingarneyti inn og ger ein efturfylgjara til eitt spæl hjá Blizzard, Blizzard eigur gott nokk ikki DotA, men teir eiga also upprunaspælið, source code osv.
Er tað ikki eitt sindur løgið?
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 8 - 14/10/2010 klokkan 22:53

Altso teir fara at gera eitt heilt nýtt spæl. Sikkurt based á source engine hjá Valve. Teir fara ikki at earna nakað pá nakað ið blizzard eiga. Tað fyrsta dota sum kom út var faktiskt heldur ikki úr warcraft 3, men av starcraft 1, og síðani er tað blivi meir ella minni endurgjørt av fyrst Dota (wc3), so LoL og so HoN. Og eftirsum at teir hava Icefrog aftanfyri sær, kunnu teir siga at teir gera tað officiella 2'aram til Dota.


Siðst broytt av DerMeister tann 14/10/2010 klokkan 23:15 (broytt 1x)
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 9 - 14/10/2010 klokkan 22:55

valve fer neyvan at brúka somu source code, engine osfr... teir fara gera tað til teirra egna, giti eg bara..

EDIT: ^ what ^ he ^ said ^


Siðst broytt av dekanfari tann 14/10/2010 klokkan 22:57 (broytt 1x)
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 10 - 14/10/2010 klokkan 23:14

Nei nei, eg meinti heldur ikki at Valve fór at brúka Blizzardsa source code. Tað sum eg vildi vísa á, er at DotA tekniskt sæð er eitt intellectual property hjá Blizzard.

Teir sum gjørdu DotA fingu ongar pengar, men eg vænti ikki at Valve fer at geva tað út gratis.
Bíða bara, Blizzard fer nokk at hava okkurt at siga um hetta.
HForce

15/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 11 - 14/10/2010 klokkan 23:25

Ein skjót googling førdi meg til eina diskussión um hetta:

http://www.playdota.com/forums/287776/icefrog-valve-vs-blizzard-copyrights/

Tað sum fólkini siga, er at nógv í DotA faktiskt byggir á Warcraft, so sum nøvn og lore. Tey tingini hava Blizzard rættin til, og tískil kann mann ikki 100% porta tað yvir til ein nýggjan útgevara.

Navnið "Defense of the Ancients" og gameplay modellið kann ikki vera IP hjá Blizzard, og tí burdi mann kunna brúkt tað.
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 12 - 14/10/2010 klokkan 23:29

Noooo.. Blizzard kann sjálvandi ikki siga at tey eiga øll spølini og hugskotini sum koma av teirra map editor.
Annars so er HoN eitt 100% copy av Dota, men tey blíva sjálvandi heldur ikki sued av nøkrum sum helst, tí hví skuldu tey tað? Tað var nokk heldur ikki Icefrog sum var originalin aftanfyri tað fyrsta dotaði. Icefrog hevði bara mest success við sín útgávu av spælinum.

Edit: www.geek.com/articles/games/valve-dota2-20101014

"Dota 2 a full-on successor to the game with all the heroes from Dota-Allstars."

Eftirsum at tað er ein 2'ara, so rokni eg næstan við at teir fara at hava skins og nøvn hjá persónunum í dota. ^^ Tað vóni eg anyway


Siðst broytt av DerMeister tann 14/10/2010 klokkan 23:44 (broytt 1x)
HForce

15/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 13 - 14/10/2010 klokkan 23:44

HoN og LoL kunnu kopiera konseptið, tí tey hava sínar egnu detaljur. Sindur broytt gameplay, nýggj nøvn til heroes og abilities, nýtt navn til sjálvt spælið.

Har sum DotA 2 kann fáa trupulleikar, er at mann kann hugsa sær at tað tekur element beinleiðis úr originala DotA, sum hevur tikið element beinleiðis úr Warcraft hjá Blizzard.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 14 - 15/10/2010 klokkan 02:28

Eg vildi faktiskt mett at Blizzard tekniskt sæð eigur upphavsrættin til øll maps og mods sum spælarar gera av teirra spølum. Hetta hava teir sjálvandi einki gjørt við, og tað gera onnur feløg heldur ikki, men trupulleikin (rokni eg við) kann koma tá ein kappingarneyti ger ein eftirfylgjara til eitt "spæl", Blizzard faktiskt eigur.

Er eingin løgfrøðingur á Gaming.fo?
HForce

15/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 15 - 15/10/2010 klokkan 02:33

Um nakað kann vera galið, so er tað navnið á spælinum og elementum í teimum. Í versta føri kann spælið ikki eita "DotA 2". Sjálvt konseptið er alment, júst sum ein og hvør kann gera eitt RTS um orcs og zombies.
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 16 - 15/10/2010 klokkan 02:36

Ja, nemliga. Um navnið ikki verður DotA 2, so er tað jú ikki ein eftirfylgjari.
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 17 - 15/10/2010 klokkan 19:27

Tad gevur onga meining at Blizzard skal eiga raettigheitirnar til eitt navn bara ti at onkur hevur gjoert ein bana vid ti navninum. Um eg tok og kalladi ein bana fyri Left 4 Dead adrenn VALVE hoevdu gjoert tad spaelid, hoevdu teir so mugad skift navn ti at Blizzard atti raettigheitirnar?
DerMeister

26/05/2015

Stað: -
Innlegg: 983
# 18 - 15/10/2010 klokkan 19:49

Yeah, hjálvt "Dota" kunnu teir ikki taka haldi eg :/ Kanska skins og nøvn hjá units + items sum Halgir var eitt sindur á. Men eg rokni við at teir hava spurt Blizzard um loyvi til tess, nú tá teir kalla tað Dota 2.
HForce

15/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 19 - 15/10/2010 klokkan 20:14

Ja, eg ímyndi mær í hvussu so er, at løgfrøðingarnir hjá Valve eru meira kønir enn vit gamers á einari lítlari heimasíðu.
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 20 - 15/10/2010 klokkan 20:42

http://media1.gameinformer.com/imagefeed/featured/valve/secret/dota2_onesheet_bloodseeker.jpg saer ut til at heroesarnir koma at vera noekulunda teir somu. Likist officiellum artwork. Men ja, heroes sum Tauren Chieftain og teir eru direkta inspireradir ur WC3, av ti at tey flestu custom maps sum eru (including DotA) bruka standard unit modellini sum eru vid WC3.
http://media1.gameinformer.com/imagefeed/featured/valve/secret/dota2_onesheet_drowranger.jpg
http://media1.gameinformer.com/imagefeed/featured/valve/secret/dota2_onesheet_lina.jpg
http://media1.gameinformer.com/imagefeed/featured/valve/secret/dota2_onesheet_morphling.jpg


Siðst broytt av Gordon tann 15/10/2010 klokkan 20:43 (broytt 2x)
Síða [1] 2 >

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.