Mariokart Wii
25/02/2008 klokkan 20:44 - Vagnur



11 apríl kemur tað næsta Mariokart spæli til wii út í Japan. Vanligvís skal spæli gjøgnun Amerika áðrenn, og so plaga spøl at koma til europa. Men við MarioKart wii, behandlar Nintendo Europa gott, spælið kemur út dagin aftaná tað er komi út í Japan.

tað eru næstan 16 ár síðani at MarioKart serian byrjaði á Super Nintendo, so kom MarioKart 64. Og fyri næstan 5 árum síðani kom tað vælumtøkta MarioKart Double Dash út. Og nú kemur spæli sum hevur mangla til Wii út í Apríl mánaði. MarioKart er sum Super Mario spæli blivi til eitt spæl sum kemur út til hvørja nyggja nintendo consol.

Men so er tað hvussi man styrir. har eru heili 5 mátar at styra uppá.
1. Tú koyrir wii-mótini í eitt bil ratt (wii tilbehoyr)
2. Tú heldur wii-mótini síðulens (sum eitt bil ratt)
3. Tú brúkar nunchuck við wii-mótini
4. Tú brúkar Gamecube joystick
5. Tú brúkar wii classic joystick

Har eru 32 banar tú kanst spæla á í spælinun, og sum tað var í MarioKart DS, eru 16 nyggir og 16 gamlir, sum eru tiknir frá teimun gomlu MarioKart spølinun. Har eru eisini 8 kappingar, 4 sum tú byrjar við, og 4 sum tú kanst "unlocka".
Eitt annað sum er áhugavert við hesun spælinun er at, tú kanst velja at brúka Súkklu, ella teir góðu gamli bilanir.


Kelda: Gamespot



Viðmerkingar: 7
Síða [1]
Runi_j

22/07/2009

Stað: -
Innlegg: 53
# 1 - 25/02/2008 klokkan 21:52

hehe, altíð dámt væl mariokart spøl, men hettar sær meira áhugavert út
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 2 - 25/02/2008 klokkan 22:15

Súkklu!
Blizzmaster

07/04/2018

Stað: -
Innlegg: 1471
# 3 - 25/02/2008 klokkan 23:31

Eg minnist sum var tað ígjár tá man saman við skúla kompisinum fór heim til tann ið átti N64 at spæla MarioCart/Golden Eye. Hvørt stuttligari enn hitt. Tað vóru tíðir
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 4 - 26/02/2008 klokkan 01:16

hehe , men kinda off-topic, men vita tit hvar man fær Wii-Motes i føroyum ?


Siðst broytt av Vilmar tann 27/02/2008 klokkan 22:31 (broytt 1x)
Vagnur

12/12/2014

Stað: -
Innlegg: 259
# 5 - 26/02/2008 klokkan 01:41

í elding
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 6 - 27/02/2008 klokkan 03:06

Ja dyrkaði MarioKart til N64!
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 7 - 27/02/2008 klokkan 09:09

endi nokk viða t keypa tað, av tí at tað er til Wii. Har eru so fá heilt góð spøl til hana, so eg hopi at hettar verður gott

Havi annars ikki verið ein stórur fjeppari av Mario Kart...

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.