Super Smash Bros. Brawl
05/03/2008 klokkan 05:31 - Vagnur


Nú sær tað endiliga út til at Super Smash Brothers Brawl hevur fungi eina dato í Europa.... altso nøkulunda.

Seinast í Januar mánaða, stóð á nintendo heimasíðunið, at Super Smash Bros. Brawl fór at koma út 1 juni. Men so nakrar dagar aftaná, bleiv hetta tó tikið av aftur heimasíðuni, og fólk byrjaðu at gita at hetta kanska var tí at, 1. juni er ein sunnidagur. Eisini byrjaðu heimasíður sum IGN og Gamespot at gita seg fram. á IGN stendur at spælið ferð at koma leygardagin 31. mai. Tað sama skrivaði Gamespot.

Nú í Február, bleiv tað "officelt" kunngjørt á einari spæl "conference" at Brawl fór at koma til Europa 6. Juni. Gamespot tók so hetta til sín, og Brawl stendur nú til at koma út 6. Juni í Europa á Gamespot. Men Nintendo hevur nú aftur tikið hetta til sín, og hava sagt tað er ikki officelt at tað kemur út 6. Juni.

Áðrenn alt hetta fekk man at vita at Brawl fór at taka so leingi at koma til Europa at tað fór ikki at koma fyrr enn aftaná Juli onkuntíð. Men gita hvat.... Hetta tók Nintendo eisini aftur.

Nú vænta øll at Nintendo fara skjótt at almenna kunngera at spæli kemur út onkuntíð í vikuni 31. Mai - 6. Juni

IGN hava longu ummælt spælið og tað hevur fungi 9.5/10.

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
Runi_j

22/07/2009

Stað: -
Innlegg: 53
# 1 - 05/03/2008 klokkan 14:55

Hettar spæli skal verda sera feitt... sigsy haldi at tad skal verda yvir 300 ymiskir sangar í hesum spælinum... Tá kemur vaggi yvir og prøva tad ayyyd ? )
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 2 - 07/03/2008 klokkan 00:28

Eg haldi at spælið er alt ov overhypa...Gott nokk er tað gott, tað skal man geva tí. Á sama hátt sum Halo 3, so verður tað umtalt sum um tað var tað einasta spælið til Wii!

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.