NET-UPP PRO GAMING 2008
13/03/2008 klokkan 14:31 - dreaKan


So verður Net-Upp aftur!

Tó hesuferð verður fokuserað 100% uppá kappingarnar, og tí hevur tiltakið fingið undiheiti "Pro Gaming". Hetta vil siga, at tú ikki kanst luttaka sum einstaklingur; tú skalt vera í liði fyri at luttaka.

Tvær kappingar vera í ávikavíst CS 1.6 og DotA. Vinningar vera at heinta fyri 10.000,- pr. kapping. Tó fer bert vinnaraliðið í báðum kappingum avstað við vinninginum.

Nú er møguligt at keypa atgongumerki til Net-Upp Pro Gaming. Fyri at ogna tær eitt atgongumerki skal tú fara inn á online handilin hjá FT á www.teleshop.fo, og velja vørubólkin NET-UPP til vinstru.

Atgongumerkið kostar 1000,- og er galdandi fyri allar 5 limirnar í liðinum (møguligt er at brúka VISA ELEKTRON). Tað er umráðandi at prenta kvitteringina av keypinum út, tí hendan skal brúkast í Telebúðini, tá atgongumerkini vera avheintaði.

Í Telebúðini skal skrásetingarskal fyllast út, fyri limirnar í liðinum. Eisini er møguligt fylla hetta út áðrenn farið verður framvið Telebúðini við at heinta skjalið her. Um tú ikki eigur t.d. prentara ber til avgreiða alt keypið í Telebúðini.

Gev gætur at síðsta freist at keypa atgongumerki og skráseta seg er mikudagin 26. Mars. Hetta er fyri at hækka um støði av tiltakinum við geva fyriskiparnum betur tíð at skipa fyri sjálvum kappingunum og dystunum millum skrásettu liðini.

Pláss er fyri 28 liðum og møguligt er at vera við í báðum kappingum. DotA kappingin byrjar fríggjakvøldið og CS 1.6 kappingin byrjar leygardagin.

Skuldi nakað ivamál verið er møguligt at seta spurning á forum hjá Gaming.fo

Viðmerkingar: 15
Síða [1]
redmarine

09/10/2010

Stað: -
Innlegg: 92
# 1 - 13/03/2008 klokkan 15:50

I really don't understand why you guys don't have Starcraft. Starcraft is a very good E-Sport game.
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 2 - 13/03/2008 klokkan 16:22

Púra einigur. Starcraft rokkar!

Men tað rotna er at tað einans er tíð fyri tveimum kappingum á eitt vikuskifti. So man má velja ímillum øll tey feitu spølini, ið kundu verið spæld.

Vit mugu bara viðurkenna at DotA og CS eru tey mest spældu spølini, og tí er tað rættast at hava kappingarnar í teimum báðum.


Siðst broytt av Sammi tann 13/03/2008 klokkan 16:23 (broytt 1x)
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 3 - 13/03/2008 klokkan 17:01

Hatta ljóðar heilt feitt dreingir!

Men hava tit hugsa um hatta sum eg segði áðrenn, viðvíkjandi

Commentators til CS

Ein til at stýra HLTV í CS

Hevur man tvær teldur, ein við einum non delay HLTV og ein við delay kann man fáa perfekta timing á kills!

Commentators er ikki so vigtigt, men hevði økt um professionalitetin og spenningin! =)
Runi_j

22/07/2009

Stað: -
Innlegg: 53
# 4 - 13/03/2008 klokkan 20:45

sum eg forstó tá eg læs hettar fær bert vinnaraliðið vinning... vil tad so siga at nr.2 fær einki ?
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 5 - 14/03/2008 klokkan 10:48

2008-03-13 at 7:45 PM - Runi_j:
sum eg forstó tá eg læs hettar fær bert vinnaraliðið vinning...


lol
Sammi

12/07/2019

Stað: -
Innlegg: 839
# 6 - 14/03/2008 klokkan 12:59

Bara vinnandi liði fær vinningar. Vónandi fer esport at vaksa í føroyum í framtíðini, soleiðis at tað verður møguligt at gera meira burturúr øllum, enn tað í løtuni er. Men vinningarnir til vinnandi liði verða góðir, I promise you that.

Øll eru vælkomin at melda til. Net-Upp Pro Gaming er fyri øll, men fyri at vinna krevst at man er Pro


Siðst broytt av Sammi tann 14/03/2008 klokkan 13:01 (broytt 2x)
Keres

05/07/2009

Stað: -
Innlegg: 412
# 7 - 14/03/2008 klokkan 15:14

Ow... tad sux
Tvass... vit banka tnR ^^

fu sicaRius!


Siðst broytt av Keres tann 14/03/2008 klokkan 15:17 (broytt 1x)
mynameis

14/03/2008

Stað: -
Innlegg: 2
# 8 - 14/03/2008 klokkan 15:35

skal man hava teldu vi sjálvur??

Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 9 - 14/03/2008 klokkan 16:38

2008-03-14 at 2:35 PM - mynameis:
skal man hava teldu vi sjálvur??





Ja, øll skullu hava teldu við, og mús oyramikrofonir osv skerm.

Pengar til mat ! :>


Eg hoyrdi at um man /w Excuse so fær man drugs!
Keres

05/07/2009

Stað: -
Innlegg: 412
# 10 - 14/03/2008 klokkan 19:42

Uh sicaRius, u'll need steroids
dreaKan

07/08/2012

Stað: -
Innlegg: 349
# 11 - 14/03/2008 klokkan 19:54

2008-03-14 at 3:38 PM - sicaRius:
Eg hoyrdi at um man /w Excuse so fær man drugs!


Haha
redmarine

09/10/2010

Stað: -
Innlegg: 92
# 12 - 15/03/2008 klokkan 02:34

Starcraft was so damn easy. I always easily destroyed my opponents(friends) in multiplayer. Even if it was 2v1.
Zerg rule! And btw Starcraft is one of the best E-Sport games that exist! Korea?


Siðst broytt av redmarine tann 15/03/2008 klokkan 02:35 (broytt 2x)
Keres

05/07/2009

Stað: -
Innlegg: 412
# 13 - 15/03/2008 klokkan 16:41

Ya.... In Korea
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 14 - 19/03/2008 klokkan 12:07

Eg kann vera commentator.

Eg hálvt-kommenteraði UT2k4 finaluna á ProTeld, var tað í ordan?
Morgan

20/11/2009

Stað: -
Innlegg: 1156
# 15 - 25/03/2008 klokkan 16:28

Ja tad hjálpti extremt væl H-FUN so slapp eg frá allatíd at fylgja vid skerminum, ella krimpa míni blindu eygu tá scoreboard poppadi fram! :<

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.