Net-Upp atgongumerkjasøla
16/03/2008 klokkan 23:31 - dreaKan


Hetta er ein áheitan á øll sum ætla at luttaka í Net-Upp Pro Gaming 2008.

* Tilmeldingarfreistin er mikudagin 26. mars.

* Pláss er fyri 28 liðum.

Tað er umráðandi at hendan freist verður hildin, soleiðis at kappingarnar kunnu vera skipaðar áðrenn tiltakið fer av bakkastokki.

So fari framvið einari Telebúð og tey hjálpa tykkum við keypinum.

Um tað eru fleiri sum mangla lið til tiltakið er møguligt at samla sær lið her.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.