Valve kunngera SteamOS
23/09/2013 klokkan 21:42 - HForce
Í áravís hava vit verði argaði við tí mytisku "Steambox", og nógv hevur peikað á, at vit komu endiliga at síggja hana hesa vikuna. Valve hava nemliga tríggjar ymsar kunngerðir hesa vikuna. Tann fyrsta var í dag, men tað var ikki um eina officiella Steambox.

Tað var heldur um tað nýggja SteamOS, sum er eitt heilt nýtt operativsystem, sum er bygt á Steam og Linux. Systemið er gjørt til teldur at hava í stovuni, sum tú altso setur til sjónvarpið. Á nýggju landing síðuni fyri SteamOS skriva Valve:

"SteamOS combines the rock-solid architecture of Linux with a gaming experience built for the big screen. It will be available soon as a free stand-alone operating system for living room machines."


Har mangla enn tvær kunngerðir í vikuna. Tann næsta verður mikudagin. Kanska ein av teimum er um eina ordiliga Steambox?

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Slinkey

10/02/2016

Stað: -
Innlegg: 1815
# 1 - 24/09/2013 klokkan 02:46

Meh. I still stick with Windows.
dekanfari

28/11/2018

Stað: -
Innlegg: 1782
# 2 - 24/09/2013 klokkan 06:44

nakar sum dugur at tulka:

O ----- [O ] ----- O + O

http://store.steampowered.com/livingroom/

ein tulking kann vera at O stendur fyri OS, sum jú er avdúkað. Næsta kann vera OS in a box, tað er Steambox. Men so eru tvey OS í tí triðja, so eg veit ikki hvat tað skal merkja..


Siðst broytt av dekanfari tann 24/09/2013 klokkan 06:46 (broytt 1x)
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 3 - 24/09/2013 klokkan 10:47

Okkurt við multiplayer? Sharing?

EDIT: Steambox leaked


Siðst broytt av H-Force tann 24/09/2013 klokkan 11:05 (broytt 1x)

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.