USA invaderar Danmark í Minecraft
05/05/2014 klokkan 13:28 - HForce


Tit hava kanska fingið við, at danska Miljøministeriet hava endurskapt alt Danmark sum ein Minecraft map. Kortið er gjørt við umleið 4.000 milliardum blokkum, og fyllir umleið eitt terabyte.

Stutt aftaná kortið varð útgivið, er tað sjálvandi blivið invaderað av USA. Spælarar hava sprongt danskar býir í luftina, og planta amerikonsk fløgg yvir tað heila. Endiliga er Danmark frælst við American Freedom™.

Um tú vilt spæla við kortið sjálv/ur, kanst tú heinta tað hjá Geodatastyrelsen, sum er deild hjá Miljøministeriet, her: http://www.gst.dk/emner/frie-data/minecraft/download-data/
Link: Kelda

Viðmerkingar: 1
Síða [1]
Flaming Duck

03/05/2017

Stað: -
Innlegg: 191
# 1 - 05/05/2014 klokkan 14:40

MURICA!

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.