Twitch verður selt til YouTube
19/05/2014 klokkan 00:07 - HForce


Sambært variety.com hevur YouTube avtala at keypa Twitch fyri yvir eina milliard USD, umleið 5,5 milliardir DKK.

Vit kenna sjálvandi YouTube sum heimsins størsta video platform, við einari milliard brúkarum um mánaðin um allan heimin.
Twitch hevur pá stutta tíð etablerað seg sum størsta síðan at síggja esport og annað gaming relaterað innihald. Tænastan sigur seg hava yvir 45 milliónir brúkarar um mánaðin.

Við YouTube aftanfyri sær, fær Twitch óivað eina sterka støðu, men tað kann eisini vera ein góð tíð hjá kappingarneytum at gera seg inn á marknaðin. Har finnast jú nógv fólk sum av prinsipp nokta at framvegis brúka tænastur sum stórar fyritøkur keypa.
Eitt nú finst tænastan hitbox.tv, sum letur til at vera nakað tað sama sum Twitch.
Í 2013 varð tænastan Own3d.tv stongd, tí hon opinbart ikki kláraði kappingin. Tó hava gingið søgur í seinastuni um, at Own3d skjótt kemur upp aftur.

Brúkar tú sjálv/ur nógv Twitch? Eg veit at har finnast nakrir føroyingar, sum eisini stream'a á tænastuni. Ætla tit framvegis tað?
Link: Kelda

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
JayVeeDee

17/11/2016

Stað: -
Innlegg: 870
# 1 - 19/05/2014 klokkan 14:22

ááh helviti, hopi ikki at teir implementerað Google+ á twitch
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 2 - 19/05/2014 klokkan 14:37

Hava teir ikki skjótt uppgivið Google+?

Tað vænti eg annars ikki at leiðslan á Twitch vildi loyvt teimum. Tað er jú ein stórur partur av gaming mentan at brúka pseudonymar, at implementera IRL identitetar vildi antagonisera allan málbólkin.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.