Twitch verður keypt av Amazon
26/08/2014 klokkan 16:41 - HForce


Fyri trimum mánaðum síðani skrivaði eg, at Twitch var við at verða selt til YouTube fyri umleið eina milliard USD. Tað vísir seg nú, at tað ikki passaði. Twitch er nemliga akkurát selt til Amazon fyri eina líknandi upphædd, 970 milliónir USD.

Fyrsti tankin hjá nógvum var, at YouTube og Twitch virkaðu sum eitt gott par. Livestreama á Twitch, upload'a títt video til YouTube. Serliga nú, tá ið Twitch hava fjernað arkivering av gomlum broadcasts.

Men Amazon og Twitch virkar ikki líka upplagt. Ein fyrimunur fyri Twitch er at Amazon er nú millum heimsins størstu web hosts við sínari AWS tænastu, og tað kann loysa trupulleikarnar sum Twitch hevur havt við sínum ekstremum vøkstri. Ein lítil detalja fyri Amazon er kanska at linka til Amazon síður á spølum sum verða spæld, og soleiðis selja eitt sindur eyka. Men parið virkar allíkavæl ikki líka "náttúrligt" sum YouTube og Twitch.

Hvat heldur tú? Hvat fær Amazon burturúr hesum?
Og ætlar tú framhaldandi at brúka Twitch, antin sum hyggjari ella stream'ari? Ella umhugsar tú at skifta til aðrar tænastur, td. Hitbox.tv?

Viðmerkingar: 2
Síða [1]
SlitheringToungue

18/12/2014

Stað: Space
Innlegg: 69
# 1 - 26/08/2014 klokkan 17:59

Brúki ikki Twitch ella nakað líknandi, so eg eri óávirkaður.

Men um eg brúkti tað hevði eg helst bara fylgt við har sum stream'arnir fara, um tað so er hitbox.tv ella nakað annað.
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 2 - 27/08/2014 klokkan 10:24

Tá mann helt at YouTube keypti tað, var mann bangin fyri Google+ integration. Tað er mann vel tryggur frá her.

Nakar sum streamar sum hevur eina meining um tað?

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.