Warframe útkomið á Xbox One
02/09/2014 klokkan 09:53 - HForce


Eitt av mongu Free-to-Play spølunum í dag er Warframe. Tað finst longu á PC og PS4, og í dag kemur tað so út á Xbox One. Konsolin hjá Microsoft er eisini akkurát útgivin í einari røð av evropæiskum marknaðum, eitt nú í Danmark, so hetta er kanska eitt super "launch spæl" til tey sum endiliga sleppa at ogna sær eina XBone.

Spælið kom út í 2013, og er vorðið rímiliga populert á PC. Tað er eitt Free-to-Play coop spæl, har tú og vinir berjast móti hordum av teldustýrdum mótstandarum í einum sci-fi universi.

Sí launch trailer fyri Warframe á XBone niðanfyri.

Hevur tú roynt Warframe á PC ella PS4? Fert tú at royna tað á XBone?


Viðmerkingar: 1
Síða [1]
HForce

20/03/2017

Stað: -
Innlegg: 4345
# 1 - 02/09/2014 klokkan 12:27

Veit nakar um account info er felags fyri allar platformar?

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.