Vilt tú skriva fyri Gaming.fo?
21/09/2014 klokkan 14:02 - HForce


Fylgir tú við hvat hendir innanfyri gaming, og dámar tær at skriva? So vil Gaming.fo ordiliga gjarna hava teg at skriva her á heimasíðuni!

Í løtuni er tað bara eg sjálvur sum skrivi, og miðað verður eftir at hava nøkulunda eina grein um dagin. Tað vildi verið super at fingið onkran afturat, sum kann vera við til at her verður framleitt eitt sindur av føroyskum gaming innihaldi.

Um tú kundi hugsað tær møguleikan at casually skriva alment á einum staði har fólk síggja tað, er Gaming.fo upplagt. Sambært Google Analytics hava verið yvir 900 brúkarar síðsta mánaðin. Um tú ert áhugað/ur, so sig mær frá gjøgnum eitt PM ella í viðmerking niðanfyri.

Viðmerkingar: 3
Síða [1]
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 1 - 22/09/2014 klokkan 13:18

Vildi ikki sagt at mær dámar at skriva men eg havi viðhvørt løtur har eg frætti onkur tíðindi ið eg haldi áttu at verið her á forsíðuni.

Fyri ikki at tosa um dagarnir aftaná har eg bíði eftir at tit finna uppá at skriva um tey men tað so aldri hendur...
HForce

23/01/2020

Stað: -
Innlegg: 4379
# 2 - 22/09/2014 klokkan 13:48

Hug at gera okkurt við tað?
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 3 - 22/09/2014 klokkan 15:10

Tað kann eg gott.
Gevi bara eingin lyfti um hvussu ofta eg skrivi.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.