Neyðtøka í spølum
12/02/2009 klokkan 23:14 - Anayna


Spæla fótbólt við avhøgdum høvdum í Postal? Drepa skøkjur í GTA? Tað er onki. Eg havi altíð vitað at tað finnast spøl, nógv verri enn hetta.
Og nú veit ein ávísur bretskur politikari tað eisini. Keith Vaz hevur funnið fram til tey japansku neyðtøku spølini. Oh boy...

Keith Vaz hoyrir til Labour flokkin, og situr í parlamentinum. Og so hevur hann ofta talað harðliga ímóti harðskapi í telduspølum. Tað løgna er, at fólk líkasum góvust at taka hann seriøst, tá ið hann, fyri einum ári síðani, byrjaði at tosa um neyðtøku í spølum. Tá var tað ongin ið kendi til nakað tílíkt spæl. Tað gera tey nú.
Amazon lýsti nevniliga við tveimum eintøkum av spælinum Rapelay, har ið endamálið er at neyðtaka eina mammu og ungu døtur hennara. Tað ironiska er, at spælið kom út í 2006.

Vaz hevur longu megnað at fingið Amazon, at gevast at selja spælið. Hildið verður eisini, at hann fer at nýta henda møguleikan, at skapa enn eina krossferð ímóti telduspølum.
At spælið Rapelay kom frá tí, milt sagt, eksotiska japanska hentai spæl marknaðinum, og als ikki var ætla vesturheiminum, letur ikki til at steðga honum.

Kelda.

Viðmerkingar: 8
Síða [1]
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 1 - 12/02/2009 klokkan 23:54

Eri í hvussu so er heilt einigur í, at eitt sovorðið spæl eigur at bannast...
Thor_Bishmark

03/06/2009

Stað: -
Innlegg: 91
# 2 - 13/02/2009 klokkan 09:23

Jep, alt við máta....
PSnake

13/11/2017

Stað: -
Innlegg: 3242
# 3 - 13/02/2009 klokkan 13:08

Ein fetish er ein fetish Eg sigi lat tey, so tey ikki voldtake ordilig konufólk ístaðin. Vold sum heild bleiv seinka eftirsum telduspøl eru komin framm. Mon ikki hesi gera tað sama?
HForce

17/09/2019

Stað: -
Innlegg: 4377
# 4 - 13/02/2009 klokkan 14:55

Harðskapur minkaði í samsvar við at spøl komu út. Tað merkir tó ikki neyðturviliga, at spølini høvdu skyldina.

"Omma søkkur, ein steinur søkkur, ergo er omma ein steinur."
Anayna

05/04/2012

Stað: -
Innlegg: 643
# 5 - 13/02/2009 klokkan 21:45

Hmmm... eg má viðganga, at eg væntaði mær eitt sindur meira av einari reaktión frá fólki.
Veit ikki um tað er ein lætti, ella um eg burdi verið bangin...
Gordon

23/10/2017

Stað: -
Innlegg: 1809
# 6 - 13/02/2009 klokkan 23:20

hehe, nokkso sick, men aja
Tanerion

25/07/2019

Stað: -
Innlegg: 1992
# 7 - 14/02/2009 klokkan 13:30

veit ikki heilt hvat eg skal siga til hetta tí man má skilja hugsunarháttin hjá japanarum nokkso væl fyri at skilja hví sovorðin spøl yvirhøvur vera gjørd

tað er sum PSnake sigur ein fetish og man bevøvist ikki at vera so bangin fyri hasum sum man skuldi trúð
tað er eitt sindur líkasum í pornofilmum har ið onkur skal fyristillast at vera neyðtikin men man veit væl at tað bara er tvætl
hetta er bara tann tryggari mátin at útliva sínar fantasiir
vit mugu líka minnast til at har ikki er so nógvur kriminalitetur í japan og eg giti at tað er tíð at fólk ikki hava tíð til stórt meira enn arbeiði og ítrív
og uttan at hava roynt tað sjálvur rokni eg við at tað hevði verið nokkso tíðarkrevjandi at planleggja og útføra hasi tingini í veruleikanum
so heldur taka 10-20 minuttir frammanfyri telduni

vesturlendski marknaðurin er nokk ikki til reiðar til sovorðin spøl enn men nógv blíva umsett og seld online allíkavæl
eg havi sjálvur nøkur hentai spøl men ikki nakað sovorðið við mammum og døtrum... heldur ikki nakað við rúmdarverum og djevlum fyri ta saks skyld
eg fann so seint sum í novembur mánaði útav at hasir fýrurin ið ger Umemaro3D spølini heldur Mumrikk í Mumi vera nokkso cool... líkasum eg
einki at siga til at kvinnurnar ið hann designar minna um tær ið eg tekni
eg hevði tó ynskt at hann brúkti tær til okkurt annað
rani-rj

21/09/2011

Stað: -
Innlegg: 1309
# 8 - 16/02/2009 klokkan 19:17

Nice.

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.