Valve kunnger DotA 2
14/10/2010 klokkan 03:48 - HForce
Tíðindini sum sjokeraðu heimin: Valve eru í ferð við at gera DotA 2, og Icefrog er við í projektinum.

Tað er nú eitt sindur síðani at Heroes of Newerth og League of Legends komu út. HoN er eitt DotA-kopi við nøkrum betringum, og LoL er eitt spæl ið er baserað á DotA. Tað hevur verið nógv diskuterað, at tvey so lík spøl komu út næstan í senn.

Tí er tað sera spennandi at eitt heilt triðja spæl kemur út nú, nemliga tann "officielli" eftirfylgjarin til DotA. Hetta spælið verður eisini gjørt av Icefrog, legenduni aftanfyri originala DotA.

Fáar upplýsingar eru at finna enn, men vit fáa helst nógv at vita í næstum.

Kelda.

Viðmerkingar: 23
Síða < 1 [2]
Rotundjierre

16/10/2010

Stað: -
Innlegg: 1
# 21 - 16/10/2010 klokkan 17:16

Veit ikki um tad er posta longri uppi, men her er okkurt um dota2

http://gameinformer.com/b/features/archive/2010/10/13/dota-2-announced-details.aspx
Ziqqi_pH

06/08/2013

Stað: -
Innlegg: 517
# 22 - 19/10/2010 klokkan 22:51

2010-10-14 at 8:44 PM - H-Force:
HoN og LoL kunnu kopiera konseptið, tí tey hava sínar egnu detaljur. Sindur broytt gameplay, nýggj nøvn til heroes og abilities, nýtt navn til sjálvt spælið.

Har sum DotA 2 kann fáa trupulleikar, er at mann kann hugsa sær at tað tekur element beinleiðis úr originala DotA, sum hevur tikið element beinleiðis úr Warcraft hjá Blizzard.


Eg vildi ikki sagt at lolo kopierar heroes og abilities uppá nakran máta.
HoN hevur broytt models, visual effects og nøvn á øllum. Eg veit ikki um Blizzard eigur rættin til sjálvt navni "DotA", men teir eiga í hvussu so er models og visual effects, ið eru gjørt burturúr map-editor tilfarið. Tað er har DotA 2 kann fáa trupuleikar við copyrigths, tó vænti eg ikki at nakað verður gjørt við tað.

Men btw, hvussu kann Blizzard hava copyright á øllum maps, tó ikki ábyrgdina? Tað eru nógvar maps sum eru eftirlíkningar á øðrum spølum. Men eg eri ikki expertur í hesum, setið vert spurningar
Gaffer

22/02/2017

Stað: -
Innlegg: 550
# 23 - 20/10/2010 klokkan 02:01

Copyright lóg sigur, at tá tú "keypir eitt spæl, eigur tú einans rættin at brúka spælið.Tulkar mann hetta víðari eigur Blizzard øll maps sum eru gjørd við map editor, og harvið eisini DotA.

Men hetta er so bara mín tulking.
Síða < 1 [2]

Tú noyðist at innrita fyri at skriva viðmerkingar.