Tilmelding er opnað til GameJam Føroya 2025


GameJam Føroya verður aftur í ár, og tað merkir eitt vikuskifti við forritan, grafikki, tónleiki – og sjálvandi nógvum spølum.

Tiltakið verður hildið 5.–7. september á Skúlanum á Fløtum í Havn, har dyrnar lata upp fríggjadagin kl. 16:00. Tá kunnu luttakarar møtast og gera bólkar, og klokkan 18:00 verður evnið avdúkað. Síðani hava øll 48 tímar til at menna sítt egna spæl – antin telduspæl ella borðspæl.

Hóast ongin stórur vinningur er upp á spæl, verða smáir heiðrar latnir teimum, ið vísa serlig avrik. Men sum fyrireikararnir sjálvir siga: at vera við er ein vinningur í sær sjálvum.

Tiltakið er ókeypis, og øll 18+ kunnu luttaka – og yngri kunnu vera við, um tey hava foreldur við. Tó er pláss bara fyri 45 luttakarum, so tað er eitt gott hugskot at melda seg til skjótast gjørligt á gj.fo.

Tað er eisini vert at leggja merki til, at tú mást sjálvur taka alt við, tú skalt brúka – bæði telduútgerð, printara og borðspælstilfar. Og ja, inniskógvar eisini.
05/08/2025 klokkan 19:23 - HForce

Nintendo Switch 2 kemur 5. juni


Nintendo hevur nú endiliga kunngjørt dagin, tá næsta útgávan av teirra sera vælumtókta spælikonsoll kemur út. Nintendo Switch 2 verður tøk frá 5. juni og fer at kosta 449,99 dollarar í standardútgávuni. Ein Mario Kart World-pakki verður eisini tøkur fyri 499,99 dollarar.

Í Evropa verður møguligt at forkeypa konsollina frá 8. apríl, og prísurin er settur til €469,99 í Týsklandi og £395,99 í Stórabretlandi.

Nintendo Switch 2 hevur fingið nógvar tekniskar dagføringar samanborið við upprunaligu Switch frá 2017. Konsollin hevur nú ein 7,9-tumma 1080p skíggja, sum kann koyra upp til 120Hz, og ein 4K dock, sum kann upskala spøl á sjónvarpinum. Joy-Con 2 stýrini eru eisini umskapt og kunnu brúkast sum mús, og innbygda goymslan er nú 256GB - nógv meira enn tey 32GB, ið upprunaliga Switch hevði.

Størsta spælútgávan til lanseringina er uttan iva Mario Kart World, sum kemur út saman við Switch 2 tann 5. juni. Spælið hevur open-world mode, veður- og tíðartengdan grafikk og stuðlar heilt upp til 24 spælarar í einari kapping.

Nintendo avdúkaði eisini fleiri nýggjar lutir til konsollina, so sum eina Switch 2 myndatól til video-samrøður, ein Switch 2 Pro Controller við programmerbarum knøttum aftanfyri, og at GameCube-spøl verða tøk á Switch 2.

Niðanfyri er eitt video frá Nintendo við upplýsingum um Nintendo Switch 2.

02/04/2025 klokkan 20:14 - HForce

Endiliga er Nintendo Switch 2 avdúkað


Útsjóndin á næstu maskinuni hjá Nintendo er likin fleiri ferðir í seinastuni, men endiliga fáa vit eina veruliga avdúking frá sjálvum Nintendo.

Næsta maskinan eitur Switch 2, og líkist sera nógv henni vit longu hava. Hon hevur ein størri skerm, og eitt sindur keðiligari litir.

Nýggi avdúkingar trailarin fortelur, at hon verður eisini før fyri at spæla tey Switch spølini vit longu eiga, bæði fysisk og talgild.

Vit fáa meira at vita til eitt Nintendo Direct tiltak tann 2. apríl. Higartil hava vit filmin sum tú sært niðanfyri.

16/01/2025 klokkan 14:38 - HForce

Shigeru Miyamoto sigur at Nintendo vil ikki brúka vitlíki


Vitlíki gerst alsamt meira týðandi hjá nógvum fyritøkum, eisini hjá spæl mennarum. Bæði PlayStation og Xbox hava tosað um, at vitlíki verður ein størri partur av teirra framtíð.

Men Shigeru Miyamoto sigur at hjá Nintendo vilja tey ikki gera sum øll onnur:

"Tað kann tykjast sum um, at vit bara fara í eina øvugta leið fyri at gera nakað øðrvísi, men í veruleikanum royna vit at finna tað, sum ger Nintendo serstakt. Tað verður tosað nógv um t.d. vitlíki. Tá tað hendir, byrja øll at fara í somu leið, men tað er júst tá, at Nintendo heldur vil fara í eina aðra leið."
26/09/2024 klokkan 11:42 - HForce

Warhammer 40,000: Space Marine 2 launch trailer


Um nakrar fáar dagar kemur Space Marine 2 (hóast tey pressa sitrónina við at selja tíðliga atgongd), og tað sær í hvussu so er stórsligið út. Spælið bjóðar eina solo ella co-op søgu og eisini PVP.

Higartil eru ummæli eitt sindur blandaði. Fólk finnast at stuttu søguna, ið kann gjøgnumførast uppá seks til átta tímar. Tó hevur mennarin lova at meira innihald kemur í framtíðini.

Ein launch trailer fyri spælið er júst komin út, og tú sært hann niðanfyri. Warhammer 40,000: Space Marine 2 kemur út tann 9. september á Windows, PlayStation 5 og Xbox X/S.

05/09/2024 klokkan 19:35 - HForce

Civilization VII kemur í februar 2025


Tað fyrsta Civilization kom út áðrenn nógvir gaming.fo brúkarar vórðu føddir, heilt afturi í 1991. Nýggjasta útgávan kom út í 2016, skjótt eitt áratíggju síðani.

Nú fáa vit (nøkulunda) skjótt Civilization VII, sum kemur út tann 11. februar 2025 á PC, PlayStation, Xbox og Nintendo Switch.

Tú kanst longu nú pre-keypa eina Collector's Edition, sum stuttligt nokk inniheldur alt møguligt men ikki eitt eintak av spælinum.

Sí trailaran fyri Sid Meier's Civilization VII niðanfyri.

21/08/2024 klokkan 13:54 - HForce

Elden Ring: Shadow of the Erdtree DLC er komið


Elden Ring er eitt av best dámdu spølum í nýggjari tíð, hóast tað er eisini er kent fyri at vera avbjóðandi. Nú hevur tað fingið sítt fyrsta DLC, kallað Shadow of the Erdtree, sum er komið út í dag.

Tú kanst keypa Shadow of the Erdtree longu nú, men tað er ikki sikkurt at tú kanst spæla tað. Har eru nemliga nakrir bossar sum annars eru valfríir í Elden Ring, sum tú mást vinna á fyrst. Teir eru Starscourge Radahn og Mohg Lord of Blood.

Tú sært launch trailer fyri Shadow of the Erdtree niðanfyri.

21/06/2024 klokkan 08:11 - HForce

Tú ert faktiskt Zelda í næsta Zelda spælinum


Link er horvin, og Zelda má bjarga sínum ríki. Undarligar portalar hava opnað seg tvørturum Hyrule, og teir hava svølgt fleiri fólk - eisini Link.

Spælið eitur The Legend of Zelda: Echoes of Wisdom, og spælihátturin er heilt øðrvísi frá øðrum Zelda spølum. Tú ert kanska von við at renna og svinga við svørðinum hjá Link, men Zelda hevur sín egna máta at klára seg. Við einum serligum stavi kann hon endurskapa ting sum hon finnur, og enntá skrímsl sum hon vinnur yvir - næstan sum Pokémon.

Spælið kemur út longu tann 26. september í ár. Tú sært avdúkingar trailer niðanfyri.

19/06/2024 klokkan 12:20 - HForce

Kategori Arkiv Síða [1] 2 3 4 5 6 ... 229 230 231 >