| Kjakforum - Tráður | |
| « Fyrri tráður | |
| Kjakforum -> Gaming.fo -> Gaming.fo -> Síðan riggar aftur? :o | |
Innlegg: 11
Síða [1] |
|
HForceInnlegg: 3341 |
# Tráður - 11/06/2024 klokkan 21:13
Fyri umleið fýra árum síðani brotnaði heimasíðan gaming.fo. ![]() Men aftaná drúgva troubleshooting, riggar hon nú knappliga aftur ![]() Eg veit at forums eru so gott sum blivin skift út av reddit og facebook bólkum, men vónandi er onkur annar sum eisini er nostalgiskur um forums, serliga júst hetta forumið. Og kanska vit kunnu læra nakrar unglingar um tað heilt serliga við at vera partur av einum felagsskapi gjøgnum internet forums, hóast tað kanska er ein farin tíð. Her kunnu gott vera nakrar bugs síðani seinast, so sigið endiliga frá um tit síggja nakað sum skal fiksast. |
Offline |
|
SammiInnlegg: 643 |
# Innlegg: 1 - 20/06/2024 klokkan 10:06
Eg føldi eina trongd til at reagera við einum emoji, men her er eingin emoji reactión funka... |
Offline |
|
HForceStovnaði tráðin Innlegg: 3341 |
# Innlegg: 2 - 21/06/2024 klokkan 08:22
20/06/2024 klokkan 10:06 - Sammi: Eg føldi eina trongd til at reagera við einum emoji, men her er eingin emoji reactión funka... Vælkomin til 2008 |
Offline |
|
EssyHead Crab Stað: The Cake Factory Innlegg: 99 |
# Innlegg: 3 - 21/06/2024 klokkan 12:22
Ja, arto.dk er eisini komi fram aftur, so hví ikki gaming.fo ------------------ ...And then there was cake. |
Offline |
|
HForceStovnaði tráðin Innlegg: 3341 |
# Innlegg: 4 - 21/06/2024 klokkan 20:05
21/06/2024 klokkan 12:22 - Essy: Ja, arto.dk er eisini komi fram aftur, so hví ikki gaming.fo So manglar bara at myspace ger eitt ordiligt comeback vælkomin aftur <3 |
Offline |
|
dekanfariInnlegg: 1474 |
# Innlegg: 5 - 21/08/2024 klokkan 14:37
Hvat hendi við síðuni? Og hvat mátti gerast, fyri at fáa hana live aftur?
|
Offline |
|
HeliosStreet Fighter Innlegg: 380 |
# Innlegg: 6 - 21/08/2024 klokkan 15:12
Hygga nú! Eg sá nemmuliga eitt post á facebook síðuni hjá Gaming.fo, eitt post um Civ VII. fór so beint at kanna heimasíðuna! og pínadoy eisini um eg ikki minntist koduna! so hopa vit bara at hettar verður eitt ordans comeback! |
Offline |
|
HForceStovnaði tráðin Innlegg: 3341 |
# Innlegg: 7 - 21/08/2024 klokkan 19:30
21/08/2024 klokkan 14:37 - dekanfari: Hvat hendi við síðuni? Og hvat mátti gerast, fyri at fáa hana live aftur? Okkurt brotnaði - eg veit ikki hvat, og eg veit ikki hví. Knappliga var heimasíðan ikki kompatibul við servaran. Eg royndi at fiksa tað, men tað var í einari tíð við minimalum persónligum yvirskoti til tað. Nú fýra ár seinni settu eg og tann altíð fantastiski Sammi okkum niður at fáa stýr á. Tað tók nakað av tíð, men vit fingu sporað okkum fram til hvussu skipanin kundi rigga aftur. 21/08/2024 klokkan 15:12 - Helios: so hopa vit bara at hettar verður eitt ordans comeback! Tað hopi eg eisini! Eg eri eitt sindur bangin fyri at tíðin er farin frá forums, at tað er flutt yvir til Facebook bólkar og reddit. Tað haldi eg er keðiligt, tað var altíð ein serlig sjarma við forums haldi eg. So royni eg eisini at skriva tíðindi tá tað liggur fyri. Onnur eru vælkomin at royna seg eisini, um tey vilja. |
Offline |
|
Likka_64King for a day Innlegg: 217 |
# Innlegg: 8 - 07/12/2024 klokkan 21:51
Vælkomin aftur Gaming.fo! Eg skrivi ikki serliga nógv men eg fari lurk'a massar her. (Eg eri 4 mánar seinur, eg veit.) ------------------ ... hvat? ![]() Mín youtube: https://www.youtube.com/channel/UCXH-JHpit0_T_Cy8Mii1vnQ Síðsta broyting av Likka_64 klokkan 07/12/2024 klokkan 21:52 (1x Broytt) |
Offline |
|
HForceStovnaði tráðin Innlegg: 3341 |
# Innlegg: 9 - 10/12/2024 klokkan 18:52
Vælkomin aftur sjálvur, Likka <3 Tú ert kanska 4 mánaðir seinur, men her er ikki hent so nógv ta tíðina
|
Offline |
|
KletturinHead Crab Innlegg: 99 |
# Innlegg: 10 - 17/01/2025 klokkan 11:13
Stuttligt at síggja at síðan koyrir aftur, eg havi í jøvnum millumbilum hugt inná gaming.fo fyri at vita um síðan riggar. seinast eg kannaði var beitt áðrenn síðan kom upp aftur , men eg fann ikki útav fyrr enn í dag at hon var uppi.
|
Offline |
|
Flaming DuckGoomba Innlegg: 179 |
# Innlegg: 11 - 17/03/2025 klokkan 12:15
Eg havi nógv góð minnið frá hesari síðuni so tað er skeg at síggja tykkum øll aftur. Minnist enn allir brúkarnir í hava kommentera her ------------------
|
Offline |
|
Innlegg: 11
Síða [1] |
|
| Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald. |



, men eg fann ikki útav fyrr enn í dag at hon var uppi.




