Kjakforum - Tráður
Næsti tráður ->
Kjakforum -> Gaming -> Generelt Gaming -> Steam Deck

Innlegg: 4
Síða [1]
Helios


Street Fighter





Innlegg: 380
# Tráður - 21/08/2024 klokkan 15:24
Hey tit!

Nú tá besta gaming heimasíða í Føroyum er komin upp at koyra aftur, so hugsaði eg at ein nýggjan tráð mátti man gera!

Hvussu er við Steam Decks í Føroyum?

Sjálvur havi eg fingi skaffa mær eitt uttanlanda frá, tí elding selur tey fyri gott 8.000,- (sum er nógv for nógv, spyrt tú meg)
Og eg eri ógvuliga væl nøgdur við tað!

Men nógv sum eg tosi við vita slettis ikki hvat tað er fyri naka, ella vita ikki at tað er naka sum man kann skaffa rímuliga lættliga og ikki fyri so ræðuliga nógvar pengar.

So mín spurningur er:
Eigur nakar av tykkum eitt, um so er hvat halda tit um tað? væl komin til at leggja aftrat kjakinum um tit hava hug


og vælafturkomin gaming.fo!
Offline
HForce







Innlegg: 3341
# Innlegg: 1 - 21/08/2024 klokkan 19:27
Hey sjálvur! <3

Omg 8.000 er ca dupult so nógv sum Valve sjálvi selja tað fyri.

Eg havi hugsað leingi um at fáa mær ein steam deck, men eg fái bara ikki meg sjálvan at síggja hvat akkurát eg skal brúka hann til. Um eg vil spæla telduspøl, havi eg mína teldu. Og um eg vil spæla okkurt vekk frá telduni havi eg ein Nintendo Switch.

Hvat spælir tú á tí, og hvussu riggar tað í mun til teldu?


Offline
|
Helios
Stovnaði tráðin


Street Fighter





Innlegg: 380
# Innlegg: 2 - 23/08/2024 klokkan 08:38
21/08/2024 klokkan 19:27 - HForce:
Um eg vil spæla telduspøl, havi eg mína teldu.


Eg hevði upprunaliga tann sama tankan, men hugsaði at prøva alíkavæl. Tað vísur seg at har eru nógv spøl á steam sum eg altíð havi haft hug at prøva men komi ongantíð so langt tá eg einaferð siti við telduna. og tað havi eg so møguleikan til nú tá eg og daman sita og hyggja í sjónvarp ella okkurt líknandi


21/08/2024 klokkan 19:27 - HForce:
Og um eg vil spæla okkurt vekk frá telduni havi eg ein Nintendo Switch.


Tað er nemuliga tað sum er so fantastist við Steam Deck, tú kanst spæla næstan øll spøl sum tú hevur í tínum steam library.
Og so eru tað nógv fólk sum brúka hana sum ein emulator. sjálvur havi eg ikki prøva tað enn, men fleiri siga at tað hevur líti uppáseg at fáa at rigga.
Har í millum kann mann sjálvandi spæla alt frá Nintendo eisini


21/08/2024 klokkan 19:27 - HForce:
Hvat spælir tú á tí


Eg havi spælt eitt sindur av Red Dead Redemtion 2, tað riggar rímuliga væl. koyrur sjálvandi ikki við 60 FPS á fullum kvaliteti, men man kann fáa rættuliga stable 45 FPS við miðal kvaliteti.

Eisini havi eg spælt alt 'marvel's spider man remastered' og bara tað at kunna taka steam deckina upp, spæla í 10-20 min og so leggja hana frá sær aftur er fantastist. tá man so tekur hana aftur so byrjar mann frá har mann slepti seinast. Tað er awesome!


21/08/2024 klokkan 19:27 - HForce:
hvussu riggar tað í mun til teldu?


Steam Deck er ein Linux telda, har er eitt "desktop mode" sum man lætliga kann fara á, og so endar mann á 'steamOS' sum er basera uppá Arch Linux. so um mann kennur naka til linux gaming, so er hettar akkurat líka


Offline
|
HForce







Innlegg: 3341
# Innlegg: 3 - 23/08/2024 klokkan 21:24
Eg haldi at performance er ein partur av tí, sum heldur meg aftur. Eg eri blivin forvandur við høgum grafikk og FPS til "ordilig" telduspøl, meðan eg nógv lættari kann fyrihalda meg til miðal grafikk á Switch spølum.


Offline
|
Helios
Stovnaði tráðin


Street Fighter





Innlegg: 380
# Innlegg: 4 - 26/08/2024 klokkan 09:57
Fair!

Sjálvur spæli eg ikki nógv 'high demanding' spøl.
Mítt mest spælda spæl er nokk Old School Runescape, so eg krevji generelt ikki nógv at platforminum sum eg spæli á.

skal eisini sigast kanska, at um eg siti við steam deckini so automatist accepteri eg at eg ikki kann fáa "fulla" góðsku í mun til um eg siti við stationer telduni, bara tí tað er eitt handheld

Men hey, different strokes for different folks


Offline
|
Innlegg: 4
Síða [1]


Tú noyðist at vera innritaður fyri at skriva innihald.