|
Eitt nýtt Paper Mario kemur til Nintendo Switch
|
![]() Pappírs-útgávan av Mario sást fyrst á Nintendo 64 heilt afturi í ár 2000 við spælinum Paper Mario. Nýggjasta innslagið í røðini eitur Paper Mario: The Origami King, og tað kemur til Nintendo Switch tann 17. juli í ár. Soleiðis greiðir Nintendo frá nýggja spælinum: Mario faces one of his most thrilling challenges yet in Paper Mario: The Origami King when the dangerous King Olly unleashes his plan to fold the entire world. Just when matters couldn’t get worse, he’s bound Princess Peach’s Castle in giant, colored streamers and transported it to a distant mountain. He’s even transformed Bowser’s minions into Folded Soldiers and enlisted them in his treacherous cause. Tú sært trailer fyri Paper Mario: The Origami King niðanfyri. |
|
18/05/2020 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (2)
|
|
Fá GTA 5 ókeypis til PC
|
![]() Ert tú ein av teimum fáu sum enn ikki hevur spælt Grand Theft Auto 5? Tú ert kanska typan sum altíð hugsar "nei eg bíði eftir -80% tilboðum á Steam". So er hetta til tín: Grand Theft Auto 5 er í løtuni púrasta ókeypis á Epic Game Store. Hetta -100% tilboðið er galdandi fram til 21. mai. Epic Games Store er spæl-marknaðurin hjá Epic sum roynir at kappast við Steam. Móttøkan hevur ikki verið imponerandi, og tí royna tey eisini at lokka fleiri brúkarar til við til dømis at bjóða ókeypis spøl. Sjálvur eri eg ikki stórur fjeppari av Epic Games Store. Men eg eri stórur fjeppari av at onkur roynir at kappast við tað nær-monopolið sum Steam hevur á PC spæl distributión. |
|
15/05/2020 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
|
Vøkur PS5 demo við nýggja Unreal Engine
|
![]() Sony sigur at í ár kemur PlayStation 5 á hillarnar. Nú eru tað eisini sjey ár síðani, at PlayStation 4 varð útgivið. Sjálvandi lova tey betri grafikk, men tólini til hendan grafikkin skulu eisini byggjast. Nú hevur Epic Games avdúkað nýggjastu útgávu av sínum Unreal Engine. Hetta varð gjørt við einari vakrari demo, har spælarin stýrir einum karakteri gjøgnum eitt landslag bygt við nýggju tøknini. Av serligum nýggjum funkum er til dømis Lumen, eitt nýtt system til realistiskt ljós. Eisini er nakað líknandi gjørt við ljóði, sum ferðast í umhvørvinum sum í veruleikanum. Tú sært fulla video'ið av hesari demo niðanfyri. |
|
14/05/2020 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
|
Humble Indie Bundle fyllir 10 ár
|
![]() Tað eru tíggju ár síðani at tann fyrsti Humble Indie Bundle varð latin leysur. Tað verður hátíðarhildið við 21. útgávu av hesum spæl-pakkanum. Pakkin inniheldur millum annað Hotline Miami, Moonlighter og Starbound. Tey flestu spølini í pakkanum kunnu spælast á Windows, Mac ella Linux. Tú kanst trýsta her fyri at finna Humble Indie Bundle 21. Ein trailer fyri pakkan sæst niðanfyri. |
|
12/05/2020 klokkan 20:00 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
|
FPS spælið Crucible kemur skjótt frá Amazon
|
![]() Sum so mong eru Amazon á veg inn í spæl-ídnaðin. Higartil hava tey bara gjørt fittlig Android spøl, men nú kemur skjótt tað fyrsta "ordiliga" spælið frá gigantinum. Tað eitur Crucible, og er eitt innslag í tí eftirhondini ríka hero-shooter sjangruni. Tað lanserar við 10 heroes og trimum spæl-modes. Crucible kemur út tann 20. mai á PC, og tú sært ein trailer til spælið niðanfyri. Tað er altíð spennandi at síggja nýggj innsløg frá stórum fyritøkum sum hava potentiali at koma við onkrum nýskapandi, men persónliga haldi eg at Crucible sær óinspirerað og næstan keðiligt út. Vónandi taki eg feil. Hvat heldur tú? |
|
11/05/2020 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
|
Nýggjur søgu trailer fyri The Last of Us Part 2
|
![]() Ein nýggjur trailer fyri søguna í The Last of Us Part 2 er útgivin. Vit síggja Ellie, sum nú er vorðin tað eldri. Hon er í hevndarhuga, og tað tykist hava alvorligar avleiðingar fyri hennara sinnislag. The Last of Us Part 2 kemur út á PlayStation tann 19. juni 2020. Tú sært nýggja trailer niðanfyri. |
|
07/05/2020 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
|
Highlights frá TT Gaming kappingini í LoL
|
![]() TT Gaming Online kappingin í League of Legends er liðug fyri hesu ferð. Sekstan lið luttóku um vinningar fyri tilsamans 13.000,- DKK frá TelduTænastuni. Stóri vinnarin gjørdist Tik Tok Tacticians. Teir tóku fyrsta plássið og vinningar fyri 7.000,- DKK. Annað pláss fór til taparan í finaluni, Gotta Písk Them All. Tillukku til øll liðini fyri eitt flott avrik, og ikki minst tillukku til fyriskipararnar fyri eina væleydnaða kapping: Arnarchy, Petur og Stalwart. Niðanfyri sært tú eitt highlight video úr øllum dystum í finaluvikuni. |
|
01/05/2020 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (0)
|
|
Víkingar ráða í Assassin's Creed Valhalla
|
![]() Komandi Assassin's Creed spælið er avdúkað, og tað eitur Valhalla. Fjepparar hava í nógv ár umbiðið eitt innslag í røðini við víkingum sum tema, og nú kemur tað endiliga. Tú fært leiklutin sum Eivor, ein norskur víkingur á herferð til Onglands. Spælið kemur millum annað at snúgva seg um tína egnu bygd. Tað er har frá tú byrjar ævintýr og ofta endar tey, og tú kemur at síggja avleiðingar av tínum avrikum og avgerðum við hús. Tað er upp til tín sjálvs um Eivor er eitt mannfólk ella konufólk, og tú hevur ávirkan á útsjónd via skegg og tatoveringar (nokk mest tað seinna um Eivor er eitt konufók). Assassin's Creed kemur út móti jólum 2020. Tú sært avdúkingar trailer fyri spælið niðanfyri. |
|
30/04/2020 klokkan 06:00 - HForce
Viðmerkingar (0)
|












